Sum kunnað varð um frammanundan í pressuni skipaði Politiið fyri ferðsluátakinum "Trygdarbelti v.m." vikurnar 22 og 23 í 2004.
Samanlagt vóru 2743 akfør kannaði. Ikki øll akførini vóru í lagi. 439 rapportir vóru skrivaðar. Á 61 akførum vóru ljósini ikki í lagi, 267 brúktu ikki trygdarbeltini, 121 høvdu ikki koyrikort hjá sær, á 24 akførum vóru dekkini ikki í lagi, og ein var tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Bøturnar komu samanlagt upp á 117.685,- krónur.
Undir átakinum hjá politinum í ár hava 267 fólk fingið bót fyri ikki at vera íbundin. Talið á øðrum lógarbrotum er munandi lægri.
Í somu kanningum í 2003 sótu 144 fólk ikki íbundin og í 2002 var talið 201.
Á hvørjum ári letur landslæknaembætið eina heilsulagslýsing. Har verður nomið við nýtsluna av trygdarbelti í ferðsluni.
Í seinastu útgávu 7. juni 2004 verður mett, at umleið helvtin av teimum 44, sum ikki vóru í bundin, tá tey lótu lív í ferðsluni árini 1986 til 2003 kundu havt bjargað sær lívinum, um tey brúktu trygdarbelti.