Hóast hann í heimlandinum, Serbia, ofta man hava spælt í nógvum hitastigum, so puffaði Nenad Stankovic hjá NSÍ um hitan, sum var sunnudagin.
- Tað var ov heitt hjá okkum at spæla. Nú havi eg spælt í Føroyum í fýra ár, og tí havi eg vant meg við veðurlagið her. Í dag var tað næstan, sum spældi eg aftur í Serbia, helt hann fyri.
Um dystin sjálvan helt miðvallarin, at tað var nøktandi hjá NSÍ, at teir fingu ein javnleik burturúr.
- Hetta var ein sera týðandi dystur fyri okkum. Og kanska ávirkaði hetta eisini nervarnar hjá okkum í fyrra hálvleiki, har vit einki fáa at hanga saman.
Men tit megna kortini at venda gongdini. Hvat broyttu tit eftir steðgin?
- Vit fóru longur fram á vøllin. Vit vóru aftanfyri, og tí noyddust vit fram. Og eg haldi eisini, at hetta vísur eina ávísa styrki á liðnum hjá okkum. Eg haldi, at hetta er fjórða ferðin í ár, at vit koma aftur, hóast vit hava verið aftanfyri.
Komandi vikuskiftið skulu tit spæla móti HB. Tað er væl ein dystur, sum er eins týðandi hjá tykkum?
- Sjálvandi. Men tað er so ein nýggj uppgáva, sum vit tá fara undir. Men sjálvandi vilja vit eisini royna at fara eftir sigrinum í tí dystinum.