»Til hetta er at siga, at tað er væl skilligt, at fólk halda, at talan er um høgar samsýningar. Men um samsýningar til nevndarlimir og stjórn í TF samtakinum verða samanlíknaðar við tílíkar samsýningar í líknandi fyritøkum, so eru tær í roynd og veru lægri í TF samtakinum.«
Síðani verður boðað frá, at umboðsnevndarlimir fáa 4.000 krónur um mánaðin.
Lopið verður lætt og elegant um, hvør lønin er hjá stjórn og nevndarlimum. Í fjør hækkaði nevndin sær samsýningina munandi. Kanska tað var tí, at Tryggingin fylti 70 ár. Men í ár hevur felagið keypt ein banka. Tað plagar at vera høvi hjá nevndarlimum í slíkum feløgum at hækka sær samsýningina munandi. Munnu tey hava gjørt tað í TF Holding?
So góði Regin Hammer. Svara nú okkum, sum eiga Tryggingarsamtakið, hesum spurningum:
– Hevur stjórin fingið eyka samsýning fyri stríðið at keypa Eik Banka?
– Hevur fyrrverandi stjórin fingið eyka samsýning fyri at keypa Eik Banka?
– Hava nevndarlimir fingið eyka samsýning fyri at keypa Eik Banka?
Tað virkar nærmast misteinkiligt, at tryggingarfelagið almannakunnger lønirnar hjá teimum 23 umboðsráðslimunum, men ikki hjá nevndarlimum og stjórn. Felagið eigur at siga okkum, um nøkur nevndarsamtykt er gjørd um at hækka nevndu samsýningar í ár aftur fyri »stríðið« at keypa Eik Banka.
Tað ljóðar so pent at siga, at »hetta er vanligt í líknandi feløgum«. Men í Føroyum hava vit ikki líknandi feløg. Men vit hava nógvar nevndarriddarar, sum tjena feitt upp á at sita í ymsum nevndum, har samsýningarnar eru fullkomiliga úti av proportiónum.
Tað krevur álit at arbeiða við »Other People's Money«, og trúvirðið hjá Tryggingarsamtakinum og Eik Banka er í vanda, um stjórn og nevnd vísa arrogansu heldur enn opinleika.