- Vit alla tíðina at vita, hvat vit skulu eta, og hvat vit avgjørt ikki mugu nerta.
Men er tað vorðið ov nógv av tí góða við øllum góðum ráðum um mat, rørslu, og hvat annað, sum skal til, fyri at liva bæði leingi og lukkuliga?
Hetta fara tvey fólk at kjakast um á beinleiðis sending á Rás2 leygarkvøldið.
Men hetta er bara eitt evni, sum er á skránni, nú Rás2 aftur hevur beinleiðis sending av Hvonn í Havn klokkan 20 leygarkvøldið.
Her eru fólk meiri enn vælkomin at lurta eftir viðkomandi práti, góðum undirhaldi og einum ungum songfugli.
Í sendingini fara fara Jana Ejdesgaard Thomsen og Hilmar Jan Hansen at siga sína hugsan um heilsupolitiska rákið, sum er uppi í tíðini.
Í sendingini fara tveir altjóða dómarar greiða frá, hvussu tað er at døma altjóða ítrótt.
Tað eru teir báðir, Petur Reinert og Eyðun Samuelsen sum døma altjóða kappingar í ávikavis fótbólti og hondbólti.
Teir fara at fortelja um, hvussu tað er at vera uttanlands og døma týdningarmiklar dystir og hvussu tað er afturímóti at døma dystir her heima í Føroyum. Teir fara eisini at greiða frá, hvussu teiruppliva tað, hvat fólk siga við teir og annað mangt
Hvonn Live, sum sendingin nevnist, fær eisini vitjan av tveimum stjørnuskotum í føroyska undirhaldsheimin. Tað eru tveir klaksvíkingar, sum kalla seg Bernie og Høgni.
Leygarkvøldið fara teir at undirhalda við eitt sindur av hvørjum, har teir bæði spæla, skemta og syngja.
Sum vanligt verður góður tónleikur partur av sendingini.
Tann bara 13 ára gamla Annika Malunardóttir bæði syngur, spælir og skrivar sangir. Í sendingini fer hon at syngja og spæla og fortelja eitt sindur um seg sjálva. Eisini kemur Signar í Homrum at spæla nakrar sangir og greiðir frá um tónleikalívið.
Eisini vitjar kendi, danski undirhaldarin, Amin Jensen, í sendingini hesaferð. Í dag hevur hann givið út eina fløguútgávu, har hann syngur fleiri kendar operasangir. Eisini hevur hann skriva tvey operastykki sjálvur, og tey eru eisini við á nýggju fløguni. í sendingini verður prátað við hann um fløguútgávuna, at undirhalda og at vera í fjølmiðlunum - bæði tá tað gongur væl og minni væl.
Á myndini er tað Rannvá Gaard Fossaberg, sum saman við Mirjam Pætursdóttir, er vertur í sendingini. Á myndini sæst tónleikarin Christopher, sum fyrr í ár var gestur á Hvonn Live.