Ov seint at tala at

Persónliga sær bispur tað ikki sum nakra gølu, at tingið í ár verður sett sunnudag. Men hann heldur, at tingfólk og kirkjuligi myndugleikin áttu at havt gjørt vart við seg, tá tað bleiv lógarfest, at tingið skal setast ólavsøkudag, sjálvt um hann fellur á sunnudag

 

? Vit mugu bara finna okkum í, at tað er staðfest við lóg, at tingið skal setast sunnudag, um ólavsøkudagur er sunnudag

 

Hetta sigur Hans Jacob Joensen, føroya bispur, í sambandi við kjakið, um hvørt tað er rætt ella skeivt, at løgtingið á ólavsøku í ár verður sett ein sunnudag.

 

? Nýggja stýrisskipanin er samtykt av tveimum løgtingum og tingfólk hava havt góða tíð at viðgera málið, men eingin gjørdi vart við seg tá, ásannar bispur.

 

Heldur ikki kirkjuligi myndugleikin gjørdi vart við seg, tá tað varð lógarfest, at tingið skal setast sunnudag. Tí spyrja vit bisp, um ikki kirkjan sjálv eigur eitt sindur av ábyrgdini av, at fyrsti arbeiðsdagur hjá tingfólkum í ár verður sunnudag.

 

? Eg var ikki bispur, tá nýggja stýrisskipanin varð viðgjørd. Eg var tá ikki annað enn ein gemenur prestur. Men tað er rætt, at eg sum gemenur prestur kanska burdi sagt okkurt tá. Málið skuldi verið tikið upp tá, so vit fingu diskuterað tað ígjøgnum tá í staðin fyri nú, sigur bispur. Og hann leggur afturat, at var hann bispur tá og hevði fingið spurningin til viðgerðar, hevði hann mælt frá, at tingið verður sett sunnudag.

 

Í hesum sambandi heldur Hans Jacob Joensen, at tað hevði verið eitt gott hugskot at tikið spurningin upp í sambandi við fyrireikingarnar til eina komandi føroyska grundlóg ella eina endurnýggjaða stýrisskipanarlóg.

 

Persónliga heldur bispur tað kortini ikki vera nakra gølu, at tingið í ár verður sett sunnudag. Men honum hevði dámt best, um kirkjugongdin og skúðgongan vórðu hildin sunnudag, og at tingið varð sett mánadagin eftir.