Ov trongt í Sjálvstýrisflokkinum

Tað var ikki pláss fyri áskoðanunum hjá bæði Helenu Dam á Neystabø og Sámali Peturi í Grund í Sjálvstýrisflokkinum. Tí valdi Helena at leggja frá sær

 

Viðtal


Hugsjónarligi munurin millum Helenu Dam á Neystabø og Sámal Petur í Grund var ov stórur til, at tað bar til at fáa eitt tætt samstarv. Úrslitið varð, at Helena Dam á Neystabø valdi at fara úr flokkinum, so arbeiðfriður fekst innanfloks.

?Politiska ósemjan í Sjálvstýrisflokkinum var vorðin so stór, at tað var ikki møguligt at reka ein konstruktivan politikk, sum eg kundi taka undir við, sigur Helena Dam á Neystabø. Tí valdi eg at fara úr flokkinum og lata hin partin fáa arbeiðsfrið til at reka sín egna politikk.

Helena Dam á Neystabø dylur ikki fyri, at hon heldur, at Sámal Petur í Grund hevði í so høgravendar hugsjónir til at sampakka við hennara egnu, sum vóru meira miðvendar. Serliga eru tað almannamál, henni liggja nær. Men Helena Dam á Neystabø ætlar ikki at leggja inn fyri tað. Hon heldur fram sum óheftur tinglimur hetta valskeiðið út og fer framvegis at arbeiða fyri hjartamálinum, sum eru almannamál.


Ófriður

Tað var ein støðugur ófriður í Sjálvstýrisflokkinum, sigur Helena Dam á Neystabø. Hann var allastaðni og ikki bara tann, sum sjónskastur var millum hennara sjónarmið og tey hjá Sámali Peturi. Ein slíkur ófriður ger tað ikki møguligt at fáa eitt konstruktivt arbeiði gjørt.

Helena Dam á Neystabø sigur, at hon valdi at fara úr flokkinum fyri á tann hátt at geva flokkinum møguleika fyri at koma burtur úr hesum ófriði. Um tað nú var hennara persónur, sum skapti ófriðin, sum hon tekur til.

Men tað var ikki líkt til, at tað batti nakað kortini. Skilið stóð við og versnaði bara, hóast hon ikki var við.

At fara úr flokkinum var eingin løtt avgerð at taka, sigur hon, Men avgerðin var væl umhugsað og viðgjørd, áðrenn hon varð tikin. Tosað varð nógv við familjuna um hetta, og í samráð varð so avgerðin tikin.


Floksskifti

Ein av stóru spurningunum, sum hingið hevur í luftini síðan landsfundin hjá Sjálvstýrisflokkinum, har Helena Dam á Neystabø legði frá sær, er, um hon fer at stilla upp aftur til komandi løgtingsval. Og um so verður, hvar hon fer at stilla upp.

Tí fyri Sjálvstýrisflokkin verður tað neyvan, vænta fólk, av teirri einfaldu orsøk, at hon hevur tikið seg úr flokkinum.

Men Helena Dam á Neystabø kemur ikki við nakrari ábending á, hvussu verður við tí. Hon svarar stutt og greitt til spurnignin, at hon hevur onga viðmerking.

?Framtíðin liggur fyri framman, sigur hon, og hana havi eg onga avgerð tikið um.

Við øðrum orðum hevur hon heldur ikki staðfest, at hon heilt fer at taka seg úr politikki.


Raðfesting

Helena Dam á Neystabø hevur ongantíð dult fyri, at hennara hjæartamál eru almannamálini. Og hon fer framvegis sum leysgangari í Løgtinginum at arbeiða fyri, at tann pensiónshækkingin, hon hevur skotið upp, veðrur veruleiki.

?Eg haldi ikki, a tað líkist nøkrum, at teir veikastu herðarnir framvegis skulu bera kostnaðin av at byggja upp aftur tað, sum kreppan kostaði okkum, sigur hon.

Tað gongur ótrúliga væl í Føroyum í løtuni, og inntøkurnar eru øgiligar nógvastaðni.

Uttan hjá teimum, sum bara hava pensión og almennar veitingar at dúva uppá. Tey hava ikki møguleika at vinna sær eykainntøku, sum tey, ið arbeiðsfør eru.

Og ikki er líkt til, at hesar veitingarnar verða raðfestar so mikið høgt, at tey síggja nakran bata. So í veruleikanum gjalda tey dupult, tí realinntøkan hjá tiemum lækkar í og við at hon í krónum stendur í stað, meðan alt dýrkar.

?Tað er ikki rætt at raðfesta allar samferðsluíløgur fram um eina pensiónshækking, sigur Helena Dam á Neystabø, sum ikki dylur fyri, at hon heldur, at onkur av teimum mongu samferðsluíløgunum kundi bíðað eitt sindur, so eitt nú fólkapensiónin kundi hækkað einar túsund krónur til hvønn pensionistin um mánaðin.

Tað ber ikki til við eini fíggjarlóg, sum er farin upp um tríggjar milliardir ikki at hava ráð til at hækka pensiónina hjá teimum, sum bara hava hana at liva av, við umleiði 1.000 krónum um mánaðin.

?Men soleiðis verður ikki raðfest. Væl saktans tí at tað er stuttligari at lova fólki tunnlar og skip enn pensiónir, heldur Helena Dam á Neystabø.

?Er niðurstøðn tann, at tað ikki er pláss fyri pensiónshækkingini, eru vit farin av kós.


Sjúkrahúsverkið

Helena Dam á Neystabø sat meginpartin av valskeiðnum sum landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum og harvið við ábyrgd fyri sjúkrahúsverkinum.

Hon ásannar, at har kundi verið betri vorðið, tí hoást ábøtur eru framdar, er enn ikki komið upp á pláss tað, sum mátti sparast í kreppuárunum.

Hon sigur, at í hennara tíð í landssýrissessinum varð loyst upp fyri einum leiðslubygnað á Landssjúkrahúsinum, sum avgjørt var til bata fyri verkið.

Har var eitt beinleiðis valdstríð millum læknar og sjúkrasystrar, sum varð loyst við býtinum við lækna- og røktarstjóra.

Men Helena Dam á Neystabø ivast onga løtu í, at tað er neyðugt við nógv meira pengum í sjúkrahúsverkið, um tað skal virka nóg væl.

?Hetta er ikki ein vinna, har til ber at skapa sær inntøkur av síni framleiðslu. Hetta er ein tænasta, sum kostar nógvar pengar. Tað eiga vit at vita og góðtaka, sigur hon.

Slitið hevur verið stórt bæði menniskjansligt og matreielt.


Polarisering

Helena Dam á Neystabø sigur í viðmerking til aktuellu politisku støðuna nú eftir fókatingsvalið, sum var, at polariseringin, vit hava í føroyskum politikki í dag, samstundis er ein neutralisering, sum ger, at ov lítið fer at henda.

Tveir flokkar á hvør sínum veingi, sum vit síggja á Fólkatingi í dag, fara bara at standa upp í móti hvørjum øðrum sum hermenn í skotgravum, og einki hendir.

Vit hava brúk fyri sterkum miðflokkum, sum kunnu fáa politikkin burtur frá bara at halda hvønn annan skák mát.

Men sum er sær einki út soleiðis. Eins sterkur Tjóðveldisflokkur skapar ein sterkan Sambandsflokk, og so hava vit fastlæstu støðuna.

Og Helena Dam á Neystabø væntar, at eftir løgtingsvalið fer myndin at vera umleið tann sama, tí Tjóðveldisflokkurin tykist hava viðrák, og so velja fólk Sambandsflokkin afturímóti.

Hinir flokkarnir hava brúk fyri rættiliga góðum argumentum fyri at fanga veljararnar, metir Helena Dam á Neystabø.


Eftir valið

Hóast Helena Dam á Neystabø ikki vil siga, hvussu hon fer at standa í politiska lívinum eftir komandi løgtingsval, sigur hon tó, at hon hevur eitt sivilt arbeiði at venda aftur til, um hon fer úr politikki.

Hon var leiðari á Skúlabókagrunninum, áðrenn hon fór í landsstýrið. Hon hevur farloyvi frá tí starvinum og ætlar sær aftur í tað.

?Tað er sera áhugavert at standa fyri allari skúlabókaútgávu í Føroyum, sigur hon.

Hon tekur uppaftur, at hon hevur enn ikki gjørt av, um hon fer at halda fram í politikki.

Bert tað, at politikkur so sanniliga enn sum áður hevur hennara stóra áhuga.