Ova í Krudttønden

Føroyingurin Ova er í hesum døgum við í forvitnisligum leiki í Danmark. Talan er um klædna- og málningalistamannin og tónleikaran Ova, ið nú eisini kann skrivað sjónleikari á navnakort sítt.

Ova, ið býr í Danmark og er listafólk, hevur gjørt vart við seg innan mangar listagreinar. Klæðir, málningar og við tónleikabólkinum Maður:Glotti, ið gav fløgu út fyri tveimum árum síðani. Nú kann Ova eisini skriva sjónleikari á navnakortið. Ova er í hesum døgum við í leiki á Krudttønden. Frá 16. til 20. februar verður leikurin "Hausfrau i eventyrland" sýndur og Ova telist millum leikararnar.


Talan er um leik eftir Peter Juhl, ið snýr seg um ungan mann, ið vil verða dansari. Hann hevur housewarming fyri vinunum og spakuliga verður stovan til eitt ævintýraland. Leikurin er í hesum markleysa rúminum við tí absurda og skemtiliga. Maðurin er androgyn, bæði maður og kvinna og biseksuellur. Leikurin fæst eisini sum heild við spurningin um kynsamleika. Um at sameina tað kvinnuliga og mannliga í okkum og gerast heil menniskju, verður sagt í leikskránni.


Leikurin er tað, ið eisini kann kallast "konsertperformance" og tónleikurin er av funk, rock, techno slagnum.