Mikudagin vóru átta børn fødd á føðistovuni á Landssjúkrahúsinum og sambært starvsfólkunum er tað sera langt síðani, at so nógv eru fødd ein dag.
Starvsfólkini siga, at tey siga seg ikki minnast, at so nógv eru fødd ein dag, men vænta, at í teimum góðu árunum áðrenn kreppuna, vóru onkrir dagar, tá fleiri børn vóru fødd. Føðitalið var somikið høgt tá, at tað er sera ósannlíkt, at so ikki skal vera, siga tey á føðideildini.
Tað er tó ikki bara mikudagurin sum var serstakliga góður. Í desembur eru ikki færri enn 70 kvinnur settar at eiga. Hetta er hægsta talið fyri desembur mánað, sum starvsfólkini vita um, umframt at hetta er fyrstu ferð, tey siga seg hava upplivað, at fleiri børn verða fødd í desembur enn í septembur, sum annars plagar verða ársins besti mánaður.
Harumframt vita tey at siga av føðideildini, at hósdagin vóru líka nógv børn fødd í ár, sum 11. novembur fjør, so vit liggja eina lítal viku frammanfyri árið í fjør. Líkt er tí til, at væl fleiri børn verða fødd í ár enn í fjør.