MEIRA PLÚMM
Rógvi Borðoy
Tað er eitt serligt slag av fólki, sum koyrir Harley Davidson. Ein av teimum er Ove Ritter, sum ikki bert koyrir á motorsúkklunum, hann selur tær eisini.
Ove Ritter er ein vanligur maður um miðan aldur. Hann er snøgt ílatin, og hevur einki sum helst at gera við rokkararnar, ein annars kann seta í samband við Harley Davidson.
- Tað at koyra við einari Harley Davidson er ein lívsstílur, sigur hann.
Í bakgrundini hoyrast blues-rock tónar. The Emmeroys eiga tónarnar, eitt rættiligt
motorsúkkluorkestur. Ove Ritter greiður frá, at ein Harley Davidson keypari gjarna er umleið 40 ára gamal. Hann hevur livað eitt vanligt lív, og hevur so sæð, at hann ikki hevur fingið tað burturúr lívinum, hann gjarna ynskti. Og so kemur tankin: Hatta havi eg aldrin roynt!
Børnini eru flogin úr reiðrinum
- Ein skiftir barnavognin út við eina Harley, sigur Ove Ritter. Hann byrjaði ikki at koyra motorsúkklu sjálvur fyrr enn í 1995, tá hann var hermaður í danska herinum í Kuveit. Har slapp hann at læna eina Harley Davidson í átta mánaðir, og so var eingin vegur aftur. Hann mátti bara eiga eina.
Tað er ungdómur, frælsi og náttúruupplivilsi at eiga eina Harley. Har er ein serlig glæma um eina Harley, sum ikki fæst aðrastaðni, sigur Ove Ritter væl nøgdur.
100 ára føðingardagurin hjá motorsúkklufelagnum verður ikki hátíðarhildin her í Føroyum, sigur Ove Ritter, men hann veit um tveir føroyingar, sum fara til Hamborg ein av hesum døgunum at vera við í einum stórum føðingardagshaldi.
Felagsskapur
Tá tú keypir eina Harley Davidson, keypir tú samstundis ein felagsskap, sigur Ove Ritter.
- Kassadamur, advokatar, djóralæknar, øll eru líka og felags, tá tey eiga eina Harley Davidson, greiðir Ove Ritter frá.
Hann sigur eisini frá, at áhugin fyri motorsúkklum í Føroyum er sera stórur í hesum døgum. Sum dømi tekur hann síðsta summar, tá hann hevði fýra súkklur í landinum, sum fólk kundu sleppa at royndarkoyra. 107 fólk koyrdu ein túr, og øllum dámdi sera væl túrin.
Her eru 276 motorsúkklur í landinum, og 12 av teimum eru av merkinum Harley Davidson.
Bitin
Fólk, sum eru vorðin bitin av merkinum Harley Davidson, sleppa aldrin av aftur við áhugan. Ove Ritter sigur frá:
- Um tú hevur eina álvarsliga sjúku, so er í minsta lagi ein vón um at blíva grøddur. Men um tú eigur eina Harley, er eingin vón um at sleppa av við hana aftur, sigur Ove Ritter.
Á heimasíðuni hjá honum, www.hd.fo, kann ein lesa meir um motorsúkklurnar.