Ovild Didriksen 80 ár

Hósdagin 23. august fyllir Ovild Didriksen í Havn 80 ár.

Í sambandi við føðingardagin hevði Ovild eina framsýning við tekningum í Smiðjuni í Lítluvík seinasta vikuskifti. Ovild hevur teknað síðan hann var smádrongur, serliga karikaturtekningar. Hetta er fyrstu ferð, at hann hevur sýnt tekningarnar alment fram.


Ovild er føddur og uppvaksin í Havn, foreldrini vóru Hanna, f. Jacobsen úr Søldarfirði, og Christian Didriksen úr Vestmanna. Tey fingu fýra børn: Ovild, Schumann, sáli, sum flutti til Íslands at búgva, Davis og Kára, sum búgva í Havn.


Sum ungur fór Ovild í handilslæru á heilsøluni hjá Jákupi Jensen (seinni Jákup á Dul) í Kristnastovu í Gongini í Havn. Eftir tað arbeiddi hann hjá P/F Vega, sum var ein sandsøla og skipaavgreiðsla, ið m.a. umboðaði skipini hjá skotska reiðarínum Cullyford Line. Síðan fekk hann starv hjá heilsøluni P/F Activ, sum var ein íslendsk/føroysk fyritøka. Í hesum sambandi var Ovild eisini í Íslandi í arbeiðsørindum. Hann arbeiddi eisini eina tíð í møbilhandlinum hjá Hans P. Poulsen og á heilsøluni hjá Havgrími Johannesen í Havn.


Í 1958 var hann eina sesong í Grønlandi, har hann arbeiddi í handlinum hjá Nordafar í Føroyingahavnini. Tá hann kom heim aftur úr Grønlandi, arbeiddi hann á skrivstovuni hjá P/F Leif Mohr og seinni sum leiðari í kolonialhandlinum hjá Skála Skipasmiðju á Skála, til hann í 1961 yvirtók maskinhandilin hjá pápanum Christian Didriksen, sum doyði í november hetta árið. Ovild rak so maskinhandilin til miðskeiðis í 70-unum, tá hann gavst og fekk starv á Royndarstøðini í Hoyvík, har hann m.a. var konstitueraður stjóri í tvey ár. Í 1986 flutti Royndarstøðin til Kollafirðar, og Ovild arbeiddi har til 1993. Meðan hann rak sín egna maskinhandil, hjálpti Ovild eisini til í fyritøkuni hjá Peturi í Gong byggimeistara, og var hann m.a. við til at seta á stovn eina verksmiðju, sum framleiddi plastrør.


Ovild er ein sera fryntligur og dámligur maður. Hann er søgufróður og vitandi og er altíð áhugaverdur at koma í prát við. Hann hevur lagt seg eftir at læra mál og kann samskifta við øll fólk, næstan líka mikið hvat mál tey tosa. Hetta er eisini komið væl við, tá hann fyrr plagdi at arbeiða sum guide fyri Ferðamannafelagið og seinni við Amadeus (ex. gamli Reyði Krossur).


Ovild giftist í 1950 við Marthu, f. Hansen, úr Nólsoy. Martha var útbúgvin sjúkrasystir og arbeiddi á ymiskum deildum á Dronning Alexandrines Hospital og Landssjúkrahúsinum. Martha og Ovild fingu seks børn: Birgit, Kirstin, Eyðfinn, Lydia, Øssur og Junn. Martha andaðist í august 2000, 73 ára gomul.


Føðingardagin er opið hús í Losjuni við Tinghúsvegin frá kl. 17.00, har øll eru vælkomin.


mg