Løgregla
Rógvi Nybo
Áhugin fyri at gerast løgreglufólk tykist verða vaksin munandi millum fólk. Tað skrivar danska løgreglan á heimasíðu sínari. Mánadagin 2. november byrjar síðsta liðið á árinum við 144 næmingum á Politiskúlanum. Har við hevur danska løgreglan sett í alt 400 nýggj løgreglufólk í 2009.
Ríkisløgreglan metir, at 20 av teimum nýsettu í ár hava annan etniskan uppruna enn danskan, meðan í alt 80 av nýggju løgreglufólkunum upp á prøva eru kvinnur.
Áhugin fyri at gerast løgreglufólk er eftir øllum at døma størri enn nakrantíð áður. Um 1900 fólk hava higartil í ár søkt um at verða tikin upp á Politiskúlanum og harvið verða sett sum løgreglufólk upp á prøva, og hvønn dag eru um 1000 fólk, sum klikkja seg inn á rekrutteringssíðuna hjá løgregluni, www.blivpolitibetjent.dk. Økti áhugin er næstan ein tvífalding samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Nógvir føroyingar søkja árliga inn á politiskúla í Danmark, men fella inn í danska statistikkin, og sostatt er ikki til at vita, hvussu áhugin millum føroyingar er fyri starvinum sum løgreglufólk.