Í morgin - leygardagin 26. mai - verður oyggjadagur, og eins og hini árini enda oyggjadaga-gestirnir dagin í Nólsoy við góðum mati, tónleiki og hugna á gomlu bryggjuni.
Nólsoyingar vóna, at bæði gestir og ikki minst nólsoyingar sjálvir koma á bryggjuna seinnapartin í morgin at fáa sær ein góðan bita og kanska okkurt leskandi afturvið.
Ein forvitnislig skrá er løgd fyri dagin í Nólsoy, har væntandi er, at fyrstu bátarnir verða í Nólsoy um 16.30-tíðina. Ein vínbarr letur upp í tjaldinum, og her verður eisini heitur matur.
- Umframt heita matin, verður eisini høvi at keypa sær vaflur, kaffi, øl og ymiskt annað, siga tey í Nólsoy.
Í Avhaldshúsinum letur Heimavirki upp, á bryggjuni fara nólsoyingar at spæla tónleik, og klokkan 19 verður sangløta, har Nólsoyar Manskór fer at syngja fyri.
Úr Nólsoy verður sagt, at ferðafólkabólkarnir koma út til Nólsoyar klokkan 16.30, 18, 19 og klokkan 19.30, og Kunningarstovan hevur opið allan dagin - frá klokkan 10-22.
- Matvørubúðin fer at hava opið frá klokkan 9-18, Kaffistovan frá klokkan 11-03.45, og Maggies fer at hava opið í morgin frá klokkan 13-03.45, verður lagt aftrat.