Eitt fylgi, ið telur 15 føroyskar fimleikarar, stevnir tann 22. juli avstað til Ynnys Mun. Frammanundan ferðini hava tey vant miðvíst.
Á Ynnys Mun verða oyggjaleikir í fimleiki. Á oyggjaleikunum á Gotlandi fyri stuttum, var fimleikur ikki ein av ítróttargreinunum. Tí er avgjørt at halda oyggjaleikir í fimleiki á Ynnys Mun, men tá oyggjaleikir verða næstu ferð, tá er fimleikurin við aftur á skránni. Fimleikararnir vunnu 10 heiðursmerki á seinastu oyggjaleikum, so spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at ganga hesa ferð.
Nýggj kapping fyri juniorar
Í mun til kappingarnar á vanligum oyggjaleikum, verða eisini juniorkappingar við hesa ferð. Vanligt er, at fimleikarar skulu vera fyltir 14 ár, áðrenn teir sleppa at luttaka á oyggjaleikum, men á Ynys Mon sleppa teir yngru fimleikararnir eisini at royna seg. Fimleikasambandið hevur valt at taka 5 gentur við til juniorkappingina, meðan 5 gentur og 5 dreingir luttaka í seniorkappingini.
Venjari á høgum støði
Teir 15 útvaldu fimleikararnir hava vant dúgliga. At venja fimleikararnar er ein venjari komin úr Rumenia. Talan er um venjara á altjóða støði, so útlitini fyri góðum úrslitum á oyggjaleikunum á Ynnys Mun eru góð. Harumframt hava 4 føroyskir venjarar hjálpt til í venjingini og teir eru Marjun Thomassen, Ludvík Justinussen, Eyvind Hansen og Hanna Mikkelsen.
Rumenski venjarin og fimleikararnir halda avstað 22. juli og verða burtur í 10 dagar.