Áland
Fólkatal: 28.000
Høvuðsstaður: Mariehamn
Limur í IIGA: 1985
Forsetin fyri altjóða Oyggjaleikanevndin, Jørgen Pettersson, er ættaður av Álandi
Á Álandi verður tosað svenskt, hóast Áland hevur tilknýti til Finland.
Alderney
Fólkatal: 2.400
Høvuðsstaður: St. Anne
Limur í IIGA: 1985
Alderney hevur gjøgnum árini vunnið 5 heiðursmerki á Oyggjaleikum – 2 silvur og 3 bronsu.
Undir seinna heimsbardaga hersetti Týskland Alderney, men øll fólkini vóru frammanundan flýdd av oynni.
Bermuda
Fólkatal: 65.000
Høvuðsstaður: Hamilton
Limur í IIGA: 2001
Navnið fekk Bermuda eftir spanska sjófaran Juan de Bermúdez, sum í 1505 fann oyggjarnar.
Tað eru so nógvir bilar á Bermuda, at tað er bert loyvt at koyra 30 km/t á oynni.
Cayman
Fólkatal: 55.000
Høvuðsstaður: George Town
Limur í IIGA: 1997
Mæti sjófarin Christopher Columbus fann Cayman oyggjarnar 10. mai í 1503 á síni seinastu ferð til nýggja heimin.
Tað eru fleiri fyritøkur skrásettar á Cayman, enn tað búgva fólk har.
Falklandsoyggjarnar
Fólkatal: 3.000
Høvuðsstaður: Stanley
Limur í IIGA: 1991
Í 1982 doyðu 907 fólk, táið Bretland og Argentina kríggjaðust um oyggjarnar.
Hesa tíðina á árinum er miðalhitin á Falklandsoyggjunum 5 hitastig. Í januar er miðalhitin 15 stig.
Føroyar
Fólkatal: 48.000
Høvuðsstaður: Tórshavn
Limur í IIGA: 1985
Føroyar hava vunnið 500 heiðursmerki á Oyggjaleikunum og eru 5. mest vinnandi gjøgnum tíðina.
Frøya
Fólkatal: 4.000
Høvuðsstaður: Sistranda
Limur í IIGA: 1985
Frøya hevur vunnið eitt gullmerki á Oyggjaleikunum. Oyggin hevur eisini 1 silvurmerki og 1 bronsumerki at reypa sær av.
Frøya er bundið við grannaoynna Hitra og norska meginlandið við undirsjóvartunnli.
Gibraltar
Fólkatal: 30.000
Høvuðsstaður: Gibraltar
Limur í IIGA: 1987
Almenna málið í Gibraltar er enskt, men tey flestu tosa eisini spanskt.
Dart er stór ítróttargrein, og í 2010 vann Gibraltar Miðalhavskapping ímóti stóru londunum Fraklandi, Turkalandi, Italia, Malta og Kypros.
Gotland
Fólkatal: 57.000
Høvuðsstaður: Visby
Limur í IIGA: 1985
Sterkasta norðurlendska oyggin á Oyggjaleikunum higartil. Gotland hevur vunnið 208 gullmerki higartil – tað 46 fleiri enn Føroyar
Gotland verður vertur fyri Oyggjaleikirnar í 2017.
Grønland
Fólkatal: 57.000
Høvuðsstaður: Nuuk
Limur í IIGA: 1989
Grønland hevur gjøgnum árini vunnið 15 gullmerki á Oyggjaleikunum.
Tríggir fjórðingar av heimsins størstu oyggj liggja undir ísi.
Guernsey
Fólkatal: 65.000
Høvuðsstaður: St. Peter Port
Limur í IIGA: 1985
Kendi fótbóltsspælari Matthew Le Tissier, sum spældi fyri Southampton og spældi 8 landsdystir fyri Ongland, er ættaður av Guernsey.
Fyri týsku hersetingina undir seinna heimsbardaga, vóru nógv børn flutt inn á bretska meginlandið at búgva. Summi komu ongantíð heimaftur til familjuna á Guernsey.
Hitra
Fólkatal: 4.000
Høvuðsstaður: Fillan
Limur í IIGA: 1985
Hitra hevur vunnið 1 gullmerki á Oyggjaleikunum gjøgnum árini. Hitra hevur eisini vunnið 2 silvurmerki, men einki bronsumerki.
Hitra hevur samband til grannaoynna Frøya og norska meginlandið við undirsjóvartunlum.
Isle of Man
Fólkatal: 85.000
Høvuðsstaður: Douglas
Limur í IIGA: 1985
Isle of Man var vertur fyri fyrstu Oyggjaleikirnar í 1985.
Næstmest vinnandi oyggin á Oyggjaleikunum gjøgnum tíðina. Isle of Man hevur vunnið 343 gullmerki higartil.
Heimskendi súkklarin Mark Cavendish er ættaður av Isle of Man og luttók í 2003 á Oyggjaleikunum.
Isle of Wight
Fólkatal: 138.000
Høvuðsstaður: Newport
Limur í IIGA: 1985
Isle of Wight er størsta enska oyggin og var í 2011 vertur fyri Oyggjaleikirnar.
Kendi sjónleikarin Jeremy Irons er føddur á Isle of Wight.
Jersey
Fólkatal: 98.000
Høvuðsstaður: Saint Helier
Limur í IIGA: 1985
Jersey er tann størsta av oyggjunum, sum liggja í Ermasundi.
Mest vinnandi oyggin á Oyggjaleikunum gjøgnum tíðina. Jersey hevur higartil vunnið 418 gullmerki
Jersey verður vertur fyri Oyggjaleikirnar í 2015
Minorka
Fólkatal: 94.000
Høvuðsstaður: Port Mahon
Limur í IIGA: 2004
Tað liggur í kortunum, at Minorka skal verða vertur fyri Oyggjaleikunum í 2021 – eftir føroyska vertsskapin.
Miðalhitin á Minorka liggur sum 25 hitastig hesa ársins tíð.
Orkney
Fólkatal: 20.000
Høvuðsstaður: Kirkwall
Limur í IIGA: 1985
70 oyggjar eru á Orkney, sum liggur 16 kilometrar norðanfyri Skotland. Fólk búgva á 20 av oyggjunum.
Orkney hevur vunnið 87 heiðursmerki á Oyggjaleikunum síðani 1985.
Saaremaa
Fólkatal: 39.000
Høvuðsstaður: Kuressaare
Limur í IIGA: 1991
Saaremaa er væl umtókt feriuoyggj. Triðja hvørt útlendskt ferðafólk, sum vitjar Saaremaa, vitjar aftur.
Kriminaliteturin á Saaremaa er fýra ferðir lægri enn í Estlandi annars.
Hetland
Fólkatal: 22.00
Høvuðsstaður: Lerwick
Limur í IIGA: 1985
25.000 tons av alilaksi verða framleidd í Hetlandi um árið.
Hetland hevur vunnið 170 heiðursmerki á Oyggjaleikunum síðani 1985.
Saint Helena
Fólkatal: 4.000
Høvuðsstaður: Jamestown
Limur í IIGA: 1985
Saint Helena er minst vinnandi oyggin á Oyggjaleikunum gjøgnum árini. Oyggin hevur bert vunnið 2 bronsumerki.
Napoleon Bonaparte varð settur í varðhald á Saint Helna í 1815 og doyði har seks ár seinni.
Hebridurnar
Fólkatal: 26.000
Høvuðsstaður: Stornoway
Limur í IIGA: 2003
Fólk búgva á 15 av oyggjunum í Hebridunum, meðan meira enn 50 oyggjar eru manntómar.
Hebridurnar hava vunnið 3 gullmerki á Oyggjaleikunum síðani 1985.
Ynys Mon
Fólkatal: 69.000
Høvuðsstaður: Holyhead
Limur í IIGA: 1985
Ynys Mon er walisiska navnið fyri oynna, sum bretar kalla Isle of Anglesey.
Tvær brýr binda Ynys Mon saman við Wales. Fyrra brúgvin var gjørd í 1826.