Tann dag, ein størri og betri flogvøllur verður tikin í nýtslu í Føroyum, broytast fortreytirnar hjá samfelagnum. ? Útflutningsvinnan verður loyst úr einum hafti, sum í dag ger, at hon er verri fyri enn kappingarneytarnir. ? Ferðavinnan fær heilt aðrar møguleikar. ? Vinnulívsfólk, sum ferðast nógv, kunnu trygt búseta seg í Føroyum og leggja sítt virksemi í Føroyum. ? Ein onnur príslega á ferðaseðlum fer at geva øllum borgarum eitt rásarúm, sum tey ikki hava í dag. ? Og hetta fer alt at avmarka fráflytingina úr landinum. ? Skulu Føroyar mennast, er ein betri flogvøllur ikki bara ein fyrimunur. Hann er ein fortreyt. Og tí er heilt avgerandi, at vit velja ta allar bestu loysnina.
Vágar ?Nevndin fyri Vága floghavn legði hósdagin fram nakrar møguleikar fyri útbygging av vøllinum í Vágum. ? Mælt verður til, at farið verður longur enn tað, sum higartil hevur ligið í kortunum. Vøllurin skal ikki vera 1600, men 1800 metrar, og terminalurin skal útbyggjast í stigum, so hvørt sum tørvurin veksur. Tosað verður um "tørv og krøv 20?30 ár fram". Prísurin fer uttan iva væl uppum ta hálvu milliardina. ? Mælt verður altso óbeinleiðis til, at vit nú endaliga gera av, at flogvøllurin skal vera har, sum hann er. ? Tí nýta vit eina hálva milliard í Vágum, so má orsøkin vera, at tað eru Vágar, vit satsa uppá! Og so verður lok sjálvandi lagt á kjakið um ein annan vøll. ? Og tað skal berast skjótt at. P/F Vága Floghavn mælir til, at arbeiðið verður boðið út longu hálvan desember - eftir at lóg um tað er samtykt á tingi. ? Og á Johan Dahl skilst, at hann tekur undir við hesum.
Avmarkingar í Vágum ?Hetta merkir, at tingfólk longu í heyst ikki bara skulu seta gongd á eina stóra útbygging í Vágum. Vit skulu við okkara atkvøðu eisini steðga møguleikanum fyri, at vit einaferð fáa ein annan vøll. ? Trupulleikin er, at vit als ikki kenna fortreytirnar, tá vit skulu trýsta á knøttin! ? Tí tað eru sera nógv ivamál knýtt at útbyggingini í Vágum. ? T.d. verður tosað um, at leingja vit vøllin til 1800 metrar, fer at bera væl til at lenda har við størri flogførum - m.a. tí slagnum, sum Atlantsflog nú hevur bílagt. ? Men tað eru fólk - m.a. flogskiparar - sum halda, at hvørki 1600 ella 1800 metrar loysa trupulleikarnar í Vágum. Tí turbulensurin fer ongan veg. Og jú størri flogførini eru, jú meira ávirkast tey av turbulensi. Tí verður hildið, at avlýsingarnar verða nógv fleiri, tá flogið verður við størri flogførum enn í dag. ? Og so eru tað instrumentlendingarnar - ella automatisku lendingarnar. Tað er framtíðin innan flogferðslu. Og tá ber til at lenda, hóast tað er tjúkt í mjørka. Men tað eru teknikarar sum siga, at hetta ikki fer at bera til í Vágum, tí har skal flúgvast millum fjøll undir lending. Flogfarið má snara eini 14 stig tá flogið verður móti vøllinum - og tað má gerast manuelt. ? Tann nýggja tøknin fer at eliminera trupulleikan við mjørka - men Føroyar fáa ikki gagn av hesum, so leingin flogvøllurin er í Vágum. ? Siga altso fleiri teirra, sum hava innlitið.
Mugu vita áðrenn vit avgera?Tað eru eisini aðrar atfinningar ímóti ætlanini um stóra úbygging í Vágum. ? Eg eri ikki førur fyri at meta um hesar atfinningar. Og tað er eingin annar tingmaður heldur. ? Men vit kunnu ikki taka endaliga avgerð um staðseting av flogvølli í Føroyum, uttan at hetta er útgreinað. ? Tí tá avgerðin er tikin, vendist ikki aftur. Vit brúka ikki fyrst eina hálva milliard í Vágum, og síðani yvir hálvaarðu milliard onkra aðrastaðni. ? Hetta er ein tann týdningarmesta avgerð, sum tann politiska skipanin yvirhøvur skal taka. Tí mugu nakrir spurningar svarast, áðrenn Johan Dahl kemur í tingi við ætlanini hjá P/F Vága Floghavn: ? Tingið má fáa at vita, um hald er í kritikkinum av hesi ætlan, sum fólk við innliti hava sett fram. ? Tingið má fáa at vita, hvat vit fáa fyri ta hálvu milliardina í Vágum. Og hvat vit kundu fingið fyri t.d. ta trífaldu upphæddina onkra aðrastaðni. ? So leingi henda vitan ikki fyriliggur, kunnu vit ikki fylgja tilmælinum hjá P/F Vága Floghavn og harvið steðga kjakinum um nýggjan flogvøll í Føroyum.
Kanska Vágar eru besta loysn ?Tað eru fólk, sum vísa aftur nevnda kritikki, og halda vøllin liggja best har, sum hann liggur. Og onkur sigur, at fyrimunirnir við einum øðrum vølli eru so marginalir, at teir ikki eru verdir at brúka eina milliard uppá. ? Ongantíð betur, um hesi hava rætt! ? Men vit eru fleiri, sum vilja vita tað. ? So góði Johan Dahl: Fá neyðugar kanningar gjørdar, áðrenn tú kemur í tingi við teirri stóru ætlanini í Vágum.