Pól Arni fer í regnið

All That Rain hevur nú fingið ein nýggjan forsangara. Hann eitur Pól Arni Holm. Hans Ravnsfjall, sum kom fyri Jens Marna Hansen, fer nú bara at spæla gittara

Forsangaraskifti er í All That Rain. Hans Ravnsfjall, sum hevur sungið í All That Rain í eitt gott ár, leggur nú mikrofonina frá sær, og fer at halda seg til gittaran.
? At blíva fýra ístaðin fyri tríggir er nakað, sum vit hava ætlað leingi, sigur Henning Nicodemussen, trummuspælari í All That Rain.
? Og hetta er nakað, sum vit allir eru sera glaðir fyri.
Fyribils veit bólkurin ikki nær hann fer aftur á pallin. Nú snýr tað seg fyrst og fremst um venjing.
? Av tí at Pól Arni býr í Suðuroynni, so verður bert møgleiki at venja um vikuskiftini.
Enn eru ongar ítøkiligar ætlanir á borðinum. Hans er fyri stuttum komin aftur úr Danmark, har hann hevur verið í skúla. Á heimasíðuni hjá bólkinum stendur at lesa, at í løtuni verður arbeitt við tilfari, og møguliga verður onkur konsert aftur á skránni í mars mánað. Og kanska kunnu vit eisini vænta eina fløguútgávu seinni í árinum.