Um tveir tímar, klokkan 10.47, fer Pál Joensen í hylin í London. Á skránni er innleiðandi kappingin í 400 metrar frí. Svimur hann seg víðari, skal hann aftur svimja í kvøld klokkan 19.49. Tá er finalan á skránni.
Føroyska toymið, Jón Bjarnason og Pál Joensen, hava ført fram, at tað er 1500 metrar frí, sum skal svimjast tann 3. august, sum er fremst í huganum.
- 400 meturin kann hjálpa mær, so eg ikki standi púra á berum tá, førdi Pál fram í vikuni.
Fyrsta avbjóðingin er nú bara tveir tímar burtur.
Portalurin ynskir Páli Joensen og Jón Bjarnason bestu eydnu við kappingini.
Kom so, Pál!
SKRÁIN HJÁ PÁLI JOENSEN:
Leygardagin, 28. juli:
Klokkan 10.47: 400 metrar frí, innleiðandi
Klokkan 19.49: 400 metrar frí, finala (treytað av, at hann svimur seg víðari)
Týsdagin, 31. juli:
Klokkan 11.17: 4x200 metrar frí, innleiðandi
Klokkan 20.47: 4x200 metrar frí, finala (treytað av, at hann svimur seg víðari)
Fríggjdagin, 3. august:
Klokkan 10.23: 1500 metrar frí, innleiðandi
Leygardagin, 4. august:
Klokkan 19.36: 1500 metrar frí, finala (treytað av, at hann svimur seg víðari)