Pál leyp frá gullinum

Pál Joensen leyp ov tíðliga avstað, og so varð Føroyska mansstafettin á 4 ferðir 50 metra frí burturdømd, longu áðrenn tað gjørdist spennandi

Svimjing

 

Meðan føroysku svimjikvinnurnar hava nakrar serstakliga sterkar stafettir, har tað væl er hugsandi, at fýra gullmerki verða svomin heim, eru stafettirnar hjá føroysku monnunum ikki heilt so einaráðandi.

Tað gjørdist tó til gull í 4 ferðir 50 blandað, og vónirnar til 4 ferðir 50 metra frísvimjing vóru ikki minni. Flestu vóru á einum máli um, at her var eitt trygt gullmerki at heinta, men tað gjørdist av ongum, kortini.

Føroyska liðið kom nevnliga als ikki í finaluna. Seinasta skiftið kiksaði, tá Pál Joensen leyp dekan ov tíðliga í hylin, og tá dómararnir høvdu viðgjørt málið, vendu teir tummulin niður. Føroyska liðið varð burturdømt longu í undankappingini, og soleiðis vóru vit als ikki partur av finaluni.

Og heldur ikki í 100 metra firvald gekk eftir vild hjá Pál. Har kom hann als ikki í finaluna, so samanlagt var talan um ein vánaligan fyrrapart hjá Páli.

Hinvegin gekst eftir vild í 200 frí, har Pál reistist við tryggum gullmerki seinnapartin.