Pól Skarðenni í Smiðjuni

Í dag, 14. november kl. 15, letur Pól Skarðenni listamaður upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Í dag, 14. november kl. 15, letur Pól Skarðenni listamaður upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Pól er klaksvíkingur og útbúgvin verkfrøðingur. Seinastu tólv árini hevur hann arbeitt við at designa og byggja dekoratiónir á djóragørðum í Hálandi, Svøríki og Danmark. Fyri hálvum ári síðan flutti hann heim aftur og arbeiðir nú sum listamaður í Føroyum. Hann býr í Vatnsoyrum.

Á framsýningini eru umleið 30 oljumálningar sum fyri tað mesta eru landslagsmyndir.
Framsýningin letur upp í dag kl. 15 og er opin til og við týsdagin 18. november, allar dagarnar frá kl. 15-18.