Mare Nostrum stevnurnar eru millum allarstørstu tiltøk í svimjiheiminum hesu megin summarið, við luttøku av toppnøvnum úr til dømis USA, Avstralia, Fraklandi, Kina, Russlandi, Bretlandi, Týsklandi og Svøríki.
Pál skal kappast á øllum trimum stevnunum í Mare Nostrum røðini, sum eru ein hørð vika við innleiðandi kappingum, finalum og ferðing. Nú leygardagin og sunnudagin 5. - 6. juni kappast tey í Monaco, fyri síðani at ferðast til Barcelona at kappast mikudag og hósdag 9. - 10. juni, og so aftur til Canet at kappast leygardag og sunnudag 12. - 13. juni.
Allastaðni kappast hann í 400 metra frísvimjing, umframt í Barcelona og Canet í 1500 metra frísvimjing. Í Monaco er 1500 metra frísvimjing ikki á skránni, so har hevur hann í staðin valt at kappast í 200 metra frísvimjing.
Kappingarneytarnir eru serliga tunesiski Oussama Mellouli, sum er heimsmeistari í 1500 metra frísvimjing frá HM í Rom í fjør summar, og olympiskur meistari á teininum frá Beijing í 2008.
Onnur kend nøvn í hesum greinum eru til dømis Mads Glæsner úr Danmark, sum kappast í 400 men ikki 1500 frísvimjing á stevnuni í Barcelona.
Styrkismetingarnar hjá Páli eru sambært tilmeldingartíðunum:
? Nr 33 í 200 frí í Monaco
? Nr 11 í 400 frí í Monaco
? Nr 17 í 400 frí í Barcelona
? Nr 9 í 1500 frí í Barcelona
? Nr 9 í 400 frí í Canet
? Nr 5 í 1500 frí í Canet