Norska Liv Arnesen og amerikanska Ann Bancroft, sum ætlaðu sær til Norðpólin, noyddust fyrrakvøldið at venda aftur.
Tær báðar fóru úr Norðurrusslandi fyri nøkrum døgum síðani við kós ímóti Norðpólinum. Avtalað var, at franska felagið Cerpolex skuldi flúgva útgerð norður til teirra við tyrlu, og franska felagið fekk eitt russiskt felag at gera arbeiðið fyri seg. Men tað vísti seg, at tað russiska felagið var ikki ført fyri at halda avtaluna, og tí máttu tær báðar venda aftur. Tær vóru tá komnar noður á 83 stig.
Sambært Aftenposten høvdu Liv Arnesen og Ann Bancroft brúkt tvey ár til at fyrireika ferðina til Norðpólin. Tær eru tí sera vónbrotnar, skrivar blaðið.