Páll Arge var í 80’árunum og 90’árunum, Mr. Showbusiness í Føroyum. Hann stóð fyri flest øllum størri tónleikatiltøkum í hesum tíðarskeiði, men knappiliga hvarv henda býarmyndin. Ein av konsertunum, ið Páll Arge skipaði fyri, var konsertin við Bellamy Brothers fyrru ferð bólkurin vitjaði. Í sambandi við, at bólkurin nú aftur kom til landið, høvdu fyrireikararnir fingið Páll Arge aftur til Føroya at virka sum frásøgumann. So líka knappiliga sum hann hvarv, stóð Páll Arge aftur á føroyskari grund, sjey ár síðan hann seinast var á klettunum.
Ílatin svarta t-troyggju uttan ermur og ikki eldur ein dag, traðkaði Páll Arge á pallin í Høllini á Hálsi, sum hann hevur gjørt so ofta áður. Tað fór eitt suð gjøgnum fjøldina, og á onkran hátt tyktist, sum at verða kastaður tíggju ár aftur í tíðina. Men tað tyktist so sera hóskandi, nú talan var um nostalgi tónleik, sum tann hjá Bellamy Brothers.