Páll er aftur í HB

Eftir gjøgnumbrotið við NSÍ í fjør, skal Páll Mouritsarson Joensen nú aftur royna seg í barndómsfelagnum

HB-spælari

Hóast hann í fleiri ár hevur verið roknaður sum ein av komandi lyklaspælarunum í HB, so eydnaðist ikki Páll M. Joensen veruliga at bíta seg fastan á besta HB-liðið.
Í royndunum at fáa meira støðuga spælitíð, varð hann tí leigaður til NSÍ í fjør, og fyri spælaran sjálvan gjørdist talan her um veruligt gjøgnumbrot. Við støðugari spælitíð og sjálvsálitinum, sum hetta gevur, gjørdist Páll skjótt ein av avgjørdu lyklaspælarunum hjá NSÍ. Eftir kappingarárið gav hetta eisini úrslit í, at spælarin var millum teirra, sum fingu flestar atkvøður, tá ársins spælari skuldi finnast.
Eisini hevði góða spælið við sær, at fleiri feløg nú vildu binda spælaran at hópinum. Umframt HB, so vildu runavíkingar fegnir, at samstarvið skuldi halda fram, og hartil hevur B36 eisini verið í myndini.
Nú er tó avgjørt, at tað verður í HB, at Páll skal spæla komandi kappingarár.
- Vit hava gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár. Sjálvur havi eg eisini eitt ynski um, at eg skal sleppa uttanlands at spæla, og hóast einki ítøkiligt er hent hesum viðvíkjandi, so er sáttmálin við HB ógvuliga lagaligur í so máta, staðfestir spælarin sjálvur.
Skal nakað ítøkiligt spyrjast burtur úr hesum vónum, so er tó fyrst og fremst neyðugt, at avrikini fyri HB eru somikið góð, at áhugi verður fyri spælaranum. Og sjálvur staðfestir Páll eisini, at tað fyrst og fremst er hetta, sum hann fer at leggja seg eftir.