24 ungir fótbóltsspælarar fingu í síðstu viku bræv frá FSF, sum boðar teimum til venjingar. Málið er U-18 EM undankappingin, sum verður í Týskalandi um mánaðarskifti. Føroyska ferðalagið fer avstað týsdagin 27. oktober, og teir koma aftur týsdagin 3. november.
At mótstøðan verður ivaleysa stór, er einki at ivast í. Føroyar eru í bólki saman við Estlandi, Týskalandi og Noregi. Fyrsti dysturin verður móti Estlandi 29. oktober kl. 11.00, annar dysturin verður móti vertunum úr Týskalandi 31. oktober kl. 14.00, og síðsta royndin verður móti Noregi 2. november kl. 17.30.
Páll enn eina ferð
Upprunaliga var ætlanin, at Albert Ellefsen, sum áður hevur verið venjari hjá U-15 landsliðnum og hjálparvenjari hjá U-16 landsliðnum og sum í ár hevur havt ábyrgdina av næstbesta liðnum hjá HB, skuldi hava ábyrgdina av U-18 landsliðnum, men hann hevur seinni borið seg undan, og nú hevur FSF leitað á gomlum gøtum.
Páll Guðlaugsson, sum var venjari hjá unglingalandsliðnum, áðrenn hann í 1988 tók uppgávuna á seg sum fyrsti venjari hjá a-landsliðnum, skal taka sær av at fyrireika U-18 landsliðið til stóru uppgávuna í Týskalandi.
Páll Guðlaugsson hevur í ár verið og skal komandi ár vera venjari hjá Leiftri í Íslandi, og tíðaravmarkaðu uppgávuna sum venjari hjá U-18 liðnum røkir hann, meðan hann er heima í Føroyum. Páll er komin til Føroya, eftir at íslendska kappingin er lokin, og fyrsta venjingin verður í Gøtu mikudagin 7. oktober kl. 18.30.
Ætlanin er eisini at venja fríggjadagin 9., leygardagin 10. og sunnudagin 11. oktober. Fótbóltsárið í Føroyum verður liðugt komandi leygardag hjá øllum, burtursæð teimum sum skulu spæla um eitt pláss í 1. og 2. deild, og tí er ætlanin at venja heilt fitt í heystfrítíðini og fram til fráferðina til Týskalands.
Spælararnir
Í fjør vóru fleiri av spælarunum, sum vóru á U-18 landsliðnum, slíkir sum vóru fastir menn í 1. deild. Tað eru onkrir eisini í ár, men ikki so nógvir sum í fjør.
U-16 landsliðsvenjarin hevur alt hetta kappingarárið havt eftirlit við, hvussu hansara dreingir hava vant konditión, men tað hevur U-18 venjarin sjálvandi ikki havt møguleika til. Tað verður roknað við, at venjingin hjá teimum eldru verður tikin í størri álvara í feløgunum, og tað er sjálvandi rætt fyri teir, sum eru við í fremstu røð, men tað er ikki givið fyri allar, sum spæla í unglingadeildini.
Millum teir, sum hava spælt í 1. deild, og sum nú eru úttiknir til U-18 venjingina, eru Súni Olsen úr GÍ, Magnus Poulsen úr B68, Áki Mørk úr B36, Mortan úr Hørg úr Sumba og Ken Nónklett úr NSÍ.
Teir, sum hava fingið venjingarboð eru hesir: Dánjal Pauli Dalbø, Hallur Hansen, Súni Olsen og Omar Pálsson, GÍ, Magnus Poulsen, B68, Klæmint Matras, Áki Mørk og Tórolvur Poulsen, B36, Kristian Eli Andersen, Pætur Dahl, Kristian Jensen og Danny Rasmussen, HB, Bogi Gregersen, Skála, Tór-Ingar Akselsen, SÍF, Allan Mikkelsen, Royn, Kári Nielsen, B71, Mortan úr Hørg, Sumba, Vagnur Nolsøe, TB, Sjúrður Ellefsen, MB, Christian Høgni Jacobsen, Jan Nónklett og Ken Nónklett, NSÍ og Jóhannes Færø og Ovi Nysted úr KÍ.
Hesir hava ? við onkrum einstøkum undantaki ? áður roynt seg á U-16 landsliðnum, og nógvir hava eisini verið við á U-15 landsliðnum.