Páll Fangi viðgongur lógarbrot

ÓLÓGLIGUR KAPPRÓÐRARBÁTAR Páll Fangi hevur verið í serflokki í ár, men nú viðgongur ein av rógvarunum, at hava gjørt broytingar umborð á bátinum, sum Róðrarsambandið sigur eru ólógligar

Á tveimum stevnum í ár hevur Páll Fangi róð við ólógligum báti.
Tað kann staðfestast eftir samrøðu, sum Svein Rógva Nielsen, rógvari á Páll Fanga, hevur við Sosialin.
Men hann staðfestir eisini, at teir umborð á Páll Fanga hava verið í góðari trúgv, tí teir hava ikki vitað av, at tað, teir høvdu gjørt, var ólógligt.
-Tað er ikki fyrrenn nú, at Róðrarsambandið hevur sagt, at tað er ólógligt, sum vit hava gjørt, sigur Svein Rógvi Nielsen.
Sum tað verður staðfest í aðrari grein her á síðunum, hava teir á Páll Fanga skrúvað ein lista ein bekk umborð, so at rógvarin aftanfyri kann seta fótin upp ímillum lista og bekk, tá ið teir taka bekktøk fyri at fáa meiri kraft í.
Hetta er ólógligt, staðfestir kappingarleiðarin í Róðrarsambandinum.

Tvær stevnur
Svein Rógvi Nielsen viðgongur, at myndin, sum vit hava í blaðnum í dag, er av Páll Fanga og at hon er tikin á jóansøku.
Hann viðgongur eisini, at teir róðu við listanum á jóansøku og á eystanstevnu, sum var vikuna undan jóansøkuni.
- Á hinum stevnunum hava vit ikki havt listan í bátinum, staðfestir hann.
Páll Fangi hevur verið fullkomiliga í serflokki í ár og teir hava vunnið allar róðrarnar og nú er so bara ólavsøkan eftir.
Á Vestanstevnu kannaði Róðrarsambandið Páll Fanga og tá vóru ongir listar í honum - men hann vann kortini.
Rógvarin úr Klaksvík sigur, at tað er ikki nakað nýtt uppfinnilsi, at skrúva listar í bekkin.
- Tað havi eg sæð í øðrum bátum eisini, sigur hann. Eisini fyri fleiri árum síðani, leggur hann afturat.
Hann vil kortini ikki siga, hvørjar bátar, talan er um.
Men hann staðfestir eisini, at støðan er nokk tann, at hetta er fyrstu ferð, at nakar hevur gjørt vart við sína ónød við, at listi hevur verið skrúvaður í bekkin.
Hann sigur eisini, at hann hevur eisini fyri fleiri árum síðani róð við báti, sum hevur havt lista av hesum slagnum skrúvaðan í bekkin, men heldur ikki tá gjørdi nakar vart við nakað sum helst.
Les eisini greinina. Stúra fyri ruðuleika á ólavsøku og greinina: Páll Fangi kann missa føroyameistaraheitið, umframt greinina: Kraftigari tøk umborð á Páll Fanga