Páll smíðar nýggja sosiallóg

Verandi forsorgarlóg ger mun á giftum og ógiftum og hon kostaði landskassanum í fjør 8,2 milliónir í veitingum til 276 ógift foreldur, sum ikki fingu smábørn síni ansaði og tí mátti siga starv frá sær fyri at vera heima og ansa eftir børnunum. Páll á Reynatúgvu, landstýrismaður í almannamálum er greiður yvir trupulleikan og hann liggur ikki á løtu síðuni fyri at koma trupulleikanum til lívs.

Verandi forsorgarlóg ger mun á giftum og ógiftum og hon kostaði landskassanum í fjør 8,2 milliónir í veitingum til 276 ógift foreldur, sum ikki fingu smábørn síni ansaði og tí mátti siga starv frá sær fyri at vera heima og ansa eftir børnunum.
Páll á Reynatúgvu, landstýrismaður í almannamálum er greiður yvir trupulleikan og hann liggur ikki á løtu síðuni fyri at koma trupulleikanum til lívs.
-Undir valstríðnum varð ført fram, at vit skulu hava eina nýggja sosiallóggávu og longu í heyst verður fyrsti partur av hesi lagdur fyri tingið. Tá fara vit at leggja eitt uppskot um nýggja barnaforsorgarlóg fyri tingið. Hetta mál var eisini frammi í seinasta valskeiði, og tá var serliga ósemja um hvør skuldi hava ábyrgdina av barnaverndarøkinum. Barnaforsorgarlógin er bara fyrsti parturin. Nýggja samgongan fer at arbeiða hart fyri at fáa eina nýggja sosiallóg í hesum valskeiðnum og eg eri vísur í at tað fer at eydnast, málið er í hvussu er greitt, sigur Páll á Reynatúgvu.
-Vit fara at gera eina sosiallóg, sum er lagað eftir føroyskum viðurskiftum, eftir teimum resoursum sum føroyingar eiga. Men samstundis verður hendan lóg ikki lagað soleiðis at vit líkjast burturúr hinum norðurlondunum á sosiala økinum. Tað skal ikki vera ótryggari at búgva í Føroyum enn aðrastaðni, sigur hann

Hornasteinur
-Sosial trygd er ein av hornasteinunum í okkara samfelag.Vit hava brúk fyri eini forsorgarlóg, men samfelagið er siðsøguliga nógv broytt síðan forsorgarlógin kom í gildi fyri nógvum árum síðan. Tá høvdu vit ikki sosialatrygd og samhaldfesti í samfelagnum, sum vit hava tað í dag. Fyrr var tað skomm at verða bundin av eini almennari veiting. Hetta er tíbetur broytt, sigur Páll á Reynatúgvu.
Tað hevur verið ført fram, at ein máti at fáa mannamunin millum gift og ógift foreldur burtur úr forsorgarlógini er at strika grein tvey í forsorgarlógini, sum sigur, at hjún hava uppihaldsskyldu mótvegis hvørjum øðrum?
-Grein 2 í forsorgarlógini er eitt úrslit av gamlari siðvenju, tá tað var heilt náttúrligt at hjún høvdu uppihaldsskyldu mótvegis hvørjum øðrum í einum samfelag sum sær heilt ørvísi út enn í dag. Tíðin er komin, har vit fara at broyta hetta prinsippið, men hvussu vit í samgonguni fara at broyta hetta veit eg ikki heilt enn, sigur hann.
-Her er talan um ein mismun. Hjá giftum hyggur tú eftir inntøkum og útreiðslum og ger síðan eina tørvsmeting. Hjá sambúgvandi hyggur tú bara eftir útreiðslunum og ger síðan tørvsmetingina og tá fær tú í flest førum eina heilt aðra mynd, sigur hann.
-Men tað er ikki bara sum so at strika uppihaldsskylduna. Hetta kemur at kosta samfelagnum hópin av peningi. Hvussu nógv veit eg ikki enn. Tá prátið um at gera allar fólkapensionistar sum stakar persónar var frammi vóru útrokningar gjørdar. Her varð komið fram til, at hetta fór at kosta samfelagnum millum 70-80 milliónir krónur um árið, sigur Páll á Reynatúgvu.

Fyri fólk í neyð
Verandi forsorgarlóg gevur eisini sambúgvandi, sum samanlagt ikki eru í neyð, møguleika at fáa pening um tey ikki fáa børnini ansaði?
-Øll sosiallóggáva eigur at vera fyri fólk, sum eru í neyð. Eg veit ikki ordiliga um vit heilt fáa vart okkum fyri at ikki onkur moralskt misnýtir lógina. Men grundreglan er, at forsorg er fyri fólk, sum veruliga hava tørv á hjálp, sigur Páll á Reynatúgvu.
-Eg haldi tað skal vera fult gjøgnumskygni í forsorgarlógini, sigur hann.
-Samgongan hevur eisini sett sær fyri at leingja um rættin til at halda barsilsfrí til eitt ár. Sum er hevur pápin rætt til tvær vikur og mamman 26 vikur. Enn eru vit ikki komnir á mál við tí fíggjarliga partinum. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum í stóran mun eisini vara av hesum málinum. Longri barsislfarloyvi sama við øktum ansingartilboði hevðu lætt um hjá forsorgarlógini, sigur Páll á Reynatúgvu.