Páll vann valið

Formaðurin í Maskinmeistararfelagnum eitur framvegis Páll Hansen eftir aðalfundin í dag.

Felagið hevði ársaðalfund og har hevði Jákup Jacobsen á Strondum bjóðað Pálli Hansen av at verða formaður í felagnum.

Men úrslitið av atkvøðugreiðsluni var, at Páll Hansen vann valið og heldur sostatt fram sum formaður hesi næstu trý árini, valskeiðið er.

Tveir nevndarlimir stóðu eisini fyri valið, Jóan Petur Patursson í Havn og John Højsted í Hoyvík og teir vórðu báðir afturvaldir.

Sostatt er nevndin í Maskinmeistarafelagnum óbroytt eftir aðalfundin í dag, og umframt hesar tríggjar er Regin Olsen í Klaksvík, næstformaður og Ólavur Gunnarsson í Havn, nevndarlimir.

Fyrsti tiltakslimur er Jákup Jacobsen og annar tiltakslimur er Jón F. Johansen.

Páll Hansen sigur í stuttari viðmerking, at hetta næsta árið verður ein tann størsta uppgávan hjá formanninum at gera tað styttri ímillum felagið og limirnar og tað fer hann at leggja dent, eftir at lógin í Maskinmeistarafelagið er broytt, soleiðis, at formaðurin í felagnum hereftir skal vera fulltíðarstarv.