Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur fingið takkarskriv frá pólska forsætisráðharranum, Donald Tusk, í samband við bjargingarátakið, tá seglbáturin Rzeszowiak var í havsneyð.
- Eg vil nýta høvi at takka fyri stóra arbeiðið, sum varð framt í samband við bjargingarátakið, tá seglbáturin Rzeszowiak var í havsneyð tann 4. september. Tøkk fyri hjálpina, sum varð veitt teimum tíggju pólsku ríkisborgarunum, sum vóru umborð.
- Vit virðismeta ta framúrskarandi samskipanina og professionalismuna hjá bjargingartænastunum í Føroyum. Somuleiðis takki eg fyri umsorgan og hjálp, sum bjargaða manningin fekk ? fyriskipað av borgarstjóranum í Tórshavn, skrivar Donald Tusk í takkarskrivinum til Føroya løgmann.