Pólverji roynir seg í Gøtu

Enn er ikki greitt, um 22 ára gamli áleyparin fær sáttmála í Gøtu

Fótbóltur

Tað er um reppið, at føroyska transfer-vindeygað steingir, men enn eru nøkur feløg, sum ikki hava gjørt endaliga av, hvussu hópurin skal síggja út komandi kappingarárið.
GÍ hevur seinastu tíðina hava ein pólverskan áleypara til venjingar. Hesin eitur Tomasz Sajdak, og er 22 ára gamalur.
Janus Rasmussen, formaður í GÍ, sigur, at tey enn ikki hava gjørt av, hvørt talan verður um sáttmála ella ikki.
- Tað er ein spurningur, sum vit nú skulu taka støðu til, er einasta viðmerkingin, sum hann hevur til málið.