– Vit spæla ein góðan dyst, og eiga allan seinna hálvleik, men eitt pínligt dómaraavrik avgerð dystin fyri okkara viðkomandi, slær Magni Mohr fast. Spurdur, um hví Hans Pauli Sameulsen og Arnbjørn Hansen ikki vóru við frá byrjan, svarar Magni, at tað var fyri at spara teir til stórdystin hósdagin. – Tað er ógjørligt at restituera upp á fýra dagar, og tí valdu vit at gera so. Nú EB/Streymur stóð eftir sum tapari av dystinum, metir hann kortini ikki, at tað var skeivt at teimum at raðfesta soleiðis. – Als ikki, tí eftir mínum tykki høvdu vit fult tamarhald á dystinum, men vera snýttir fyri eitt fúlt straffi, sigur Magni Mohr, sum helt at dómaraavrikið frá Ransin N. Djurhuus var undir alt lágmark.