Sveisiska løgreglan sigur nú, at pápi tær báðar tvíburarsystrarnar, sum løgreglan hevur leitað eftir ta seinastu vikuna, hevur skrivað í einum brævi, at hann hevur tikið lívið av gentunum.
Í síðstu viku varð pápin funnin deyður í Italia, har hann hevði beint fyri sær. Tær báðar genturnar, Alessia og Livia, vóru ikki at finna, og síðani hava myndugleikarnir í Sveis, Fraklandi og Italia leitað eftir teimum.
Løgreglan í Sveis sigur í dag, at pápin, tann 43 ára gamli Matthias Schepp, hevði skrivað eitt bræv tann 3. februar ella sama dag, sum hann leyp fyri eitt tok har suðuri í Italia. Í brævinum skrivar hann, at hann hevur beint fyri gentunum.
Genturnar eru ikki funnar enn, men løgreglan leitar nú serliga á fronsku oynni Korsika. Tað er greitt, at pápin og genturnar fóru til oynna, men vitni hava sagt, at pápin var einsamallur, tá hon kom aftur inn á meginlandið.