Púra vanligt

Havnarfútin, Jónsvein Lamhauge, sigur, at veðurumstøðurnar hjá Norrønu hósdagin, tá hon bar við land tríggjar reisur, eru ikki óvanligar í Havn. Veðurfrøðingurin, Petur Skeel Jacobsen, sigur, at tað ber ikki til bert at tosa vindmegina, men at ættin eisini ávirkar atløguumstøðurnar

Stásiliga ferðamanna Norrøna og ein skirvisligur tundurkassi. Er vindmegin meir enn 19,3 metrar um sekundið í Havn, flýtur Norrøna sum ein tundurkassi og tá er snøgt sagt einki at gera. So avgjørdur var skiparin á Norrønu, Ólavur Hovsgarð, sum hevði ábyrgdina av Norrønu, tá hon hósdagin bar við Viðarnes og eystara mola, undir sjófrágreiðingini mánadagin.
Ólavur Hovsgarð hevur ikki dult fyri, at er nógvur vindur, er rættiliga torført at leggja Norrønu at í Havn.
Hetta varskógvaði hann longu í vár og seinasta hósdag kom sjón fyri søgn. Spádómurin hjá Ólavi Hovsgarð gjørdist veruleiki og undir sjófrágreiðingin mánadagin staðfesti hann enn einaferð sína støðu um truplu atløguviðurskiftini í Havn, tá veðrið ikki er til vildar.

Hendir javnan
Vit hava vent okkum til Havnarfútan í Havn, Jónsvein Lamhauge, og spyrja hann um veðurumstøðurnar seinasta hósdag eru sjáldsamar. Havnarfútin svarar, at tað kemur meir enn so fyri, at vindmegin fer um teir 20 metrarnar um sekundið í Havn. Jónsvein Lamhauge leggur afturat, at serliga um vetrarnar er vindhart í Havn
-Vit hava eingi hagtøl, men tað er vanligt, at vindmegin kemur upp á 20 metur um sekundið í Havn. Eitt er, at vindurin kemur upp á ta megina, men ein annar spurningur er, hvussu leingi vindmegin heldur sær har uppi. Vit vita í Føroyum, at vindurin skiftir nógv, sigur Jónsvein Lamhauge.

Ikki óvanligt
Undir sjófrágreiðingin kom eisini fram, at Havnarskrivstovan boðaði skiparanum, Ólavi Hovsgarð, frá, at vindmegin var í millum 10-17 metur um sekundi. Stutt undan, Norrøna kemur inn á molan, kemur eitt eitt grovt æl við nógvum vindi og vindmegin økist brádliga til 20 metrar um sekundið.
Bæði skiparin, Ólavur Hovsgarð, og yvirstýrimaðurin, Pauli Johannesen, róðu undir sjófrágreiðingin framundir, at brádliga ælið var høvuðsorsøkin til, at Norrøna bar við land á Viðarnesi fyrstu ferð
Havnarfútin, Jónsvein Lamhauge, sigur, at tað er ikki óvanligt, at boðini frá Havnarskrivstovuni ikki samsvara við vindmegina, tá skipini koma inn um molan.
?Skipini fáa boðini nakað uttanfyri fyri molan og tað er heilt nattúrligt, at ein broyting kann koma í, tá skipini koma inn um molan. Í førinum við Norrønu, kemur eitt æl og tá er púra vanligt, at vindmegin økist, sigur Jónsvein Lamhauge.

Ættin avgerandi
Veðurfrøðingurin, Petur Skeel Jacobsen, sigur í stuttari viðmerking, at atløguumstøðurnar eru ikki einans tengdar at vindmegina, men sanniliga eisini ættini. Henda dagin, tá Norrøna bar við land, var landnyrðingur og henda ætt er ring í Havn.
?Tað hevur víst seg, at landnyrðingur er ringur hjá skipunum í Havn, tí tá er nógvur vindur og torført at leggja at, sigur Petur Skeel Jacobsen.
Hann leggur afturat, at hevði talan verið um somu vindmegi og ættin var eitt nú útnyrðingur, hevði Norrøna ikki havt stórvegis trupulleikar at leggja at.

Eingi hagtøl
Fyri at vísa á, hvussu stórur ella lítil váðin er fyri, at Norrønu kann koma í somu trupulleikar sum seinasta hósdag, hava vit roynt at fáa fatur á neyðuga hagtalstilfarinum.
Føroyska veðurstøðin savnar veðurhagtølini saman, meðan DMI í Danmark umsitir føroysku hagtølini. Vit spurdu DMI um teir høvdu hagtølini fyri, hvussu ofta vindmegin 20 metur um sekundið og landnyrðingi(somu veðurumstøður, tá Norrøna bar á land, blðm) kom fyri í Havn í 2003, men svarið var, at hagtølini fyri 2003 vóru ikki liðug viðgjørd enn.
Tískil ber ikki til at vísa nágreiniliga á, hvussu ofta hendingin hósdagin kann koma upp á tal, um Norrøna framhaldandi bert hevur møguleika at leggja at í Havn