Púra óvist nær streymurin kemur aftur

– Møguleikarnir at loysa trupulleikan, fækkast í hvørjum, sigur Sev

Enn er púra óvist, nær streymurin kemur aftur.

 

Tað staðfestur Jón Nielsen, rakstrarleiðari hjá Sev.

 

Tað var um trý tíðina seinnapartin, at streymurin fór um stóran part av landinum, í Suðurtstreymoy, Suðureysturoy, í Sandoy, á Viðareiði og Hvannasund og einum parti av Klaksvík.

 

Tey væntaðu at tað fór at taka ein hálvan til ein tíma at rættað brekið, men tað hevur ikki gingið eftir vild og streymurin er ikki afturkomin enn.

 

Vit høvdu væntað at kunna loyst trupulleikan við at kopla til aftur, men tað vísir seg, at tað eru fleiri brek á linjunum, og teir møguleikarnir eru nú farnir at fækkast, sigur hann.

 

Hinvegin sigur hann, at sum veðrið er nú, er ikki hugsingur um at senda fólk í fjøllini at arbeiða.

 

Í løtuni fær hann sostatt einki sagt um, nær streymurin kemur aftur. 

– Vit royna allar møguleikar, so fáa vit at síggja um tað hjálpir, sigur hann.