Pætur: Eg fekk ræðuliga ilt

U21: Stóri strikuspælarin hevur fingið staðfest brot í fingrinum

Pætur Mikkjalsson úr Neistanum hevur fingið staðfest brot í ringfingrinum á vinstru hond. Tað hendi í 29-23 tapinum fyri Noreg í gjár. Føroyska tapið er tað fyrsta í HM endaspælinum fyri U21 landslið í Algeria.

 

Miðskeðis í fyrra hálvleiki mátti stóri strikuspælarin hjá Neistanum lata seg skifta út. Hann tók sær til hondina, eftir eina takling. Strikuspælarin tóktist hava nógva pínu, tá hann fór á bonkinum.

 

- Eg sá brádliga, at fingurin var skeivur og okkurt stakk upp úr honum. Vit royndu at hála fingurin upp á pláss. Hann klikti í, men fór úr aftur hvørja ferð. Eg fekk ræðuliga ilt, sigur Pætur Mikkjalsson.

 

Hann fór í gjár á sjúkrahúsið at taka røntgenmynd. Hon staðfesti, at talan er um brot á ringfingurin í vinstru hond. Pætur Mikkjalsson skjýtur við høgru hond og ætlar ikki at tveita handklæðið í ringin.

 

- Nú fáa vit at síggja. Eg ætli mær at spæla aftur um tað ber til, sigur Pætur Mikkjalsson.

 

Arbeitt verður nú við at finna eina loysn. Fyrst verður arbeitt við at gera ein skinnara, sum ger at neistamaðurin kann spæla onkrar av dystunum, sum eru eftir. Føroyar spæla í annaðkvøld móti Týsklandi, men tað er ikki hugsingur um at spæla tann dystin.

 

Vilhelm Poulsen er komin í hópin fyri Pætur Thomsen, sum sat yvir í dystinum móti Noreg. Sannlíkt verður Pætur Thomsen tikin innaftur í hópin, meðan tað nú verður Pætur Mikkjalsson, sum situr uttanfyri. Tað hevði í so fall verið onnur av trimum møguligum útskiftingum, sum føroyska liðið kann gera til endaspælið.