Pætur Dam Jacobsen, sum er nýggjur á landsliðnum, byrjar á vøllinum, tá Føroyar kl. 17.30 spæla HM-dyst ímóti Rumenia á Tórsvølli.
Pætur skal røkja plássið sum høgri bakkur, eftir at Jónas Tór Næss fekk reytt kort í dystinum leygarkvøldið. Allir hinir, sum byrjaðu í Serbia, spæla aftur í kvøld.
Føroyska liðið sær soleiðis út í kvøld:
Jákup Mikkelsen - Pætur Dam Jacobsen, Egil á Bø, Jón Rói Jacobsen, Jóhan Troest Davidsen - Jákup á Borg, Mikkjal Thomassen, Christian Høgni Jacobsen, Atli Danielsen, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum.