Pætur Dam Jacobsen er settur í starv sum húsavørður á ítróttarøkinum á Skála.
Pætur er 38 ár, og er útbúgvin timburmaður frá H.H. Byggivirki, har hann eisini hevur starvast síðani lærutíðina. Hesa tíðina hevur hann m.a. fingist við nýbygging, umvælingar og viðlíkahald. Pætur er partur av Skálafjarðar sløkkiliði, og er annars vælkendur í ítróttarumhvørvinum á Skála, tí hann hevur í fleiri ár verið liðskipari á besta liðnum hjá Skála.
Pætur tekur við starvinum í næstum.