Tað sigur Jón Bjarnason, sum er fyrrverandi venjari hjá Páli Joensen. Jón metir tó, at Pál kann svimja skjótari enn hann gjørdi í morgun.
Tað er nú áleið eitt ár síðani vónbrotið í London, tá Pál Joensen ikki megnaði at svimja upp til sítt besta og koma í finaluna í 1.500 metrum frí í OL. Hetta hevur havt sína ávirkan á føroyska svimjaran, men nú hevur Pál vunnið dystin móti sær sjálvum, metir Jón Bjarnason.
- Pál hevur í morgun vunnið størsta dystin, sum er ímóti sær sjálvum. Hann hevur prógvað, at hann enn kann. Nú kann hann svimja frítt og skal ikki hugsa um hvat nakar annar heldur um hann, sigur Jón Bjarnason.
Pál svam seg í morgun í finaluna í 800 metra frí svimjingini í HM kappingini í Barcelona. Hann kom á mál við tíðini 7:50.81. Tað er sættbesta tíðin. Jón Bjarnason metir tó, at Pál kann gera tað betri enn hann gjørdi í morgun.
- Eg haldi ikki Pál sá so gott út í morgun, men tað nýtist ikki at merkja nakað. Hann plagar at skula svimja eina kapping, áðrenn hann rakar toppin. Tað er ikki bara Pál, sum ikki svam upp til sítt besta í dag. Eg hevði ikki roknað við, at handan tíð fór at verða nóg góð til finaluna, sigur Jón Bjarnason, sum fyri fyrstu ferð skal sita heima meðan Pál svimur HM kapping.
Hóast svimjingin í morgun ikki var hansara besta nakrantíð, so er hon kanska millum tær týdningarmiklastu.
Pál Joensen er eitt menniskja sum øll onnur. Eg ímyndi mær bara, at onkustaðni í høvdinum hevur hann havt OL svimjingina. Við at svimja seg í finaluna í 800 metrar frí, so vænti eg, at hann er lætnaður ein stein, ið er á stødd við Tindhólm, sigur Jón Bjarnason at enda við in.fo.
Pál Joensen skal í annaðkvøld svimja finaluna í 800 metrar frí. Seinni í vikuni skal hann svimja 1.500 metrar frí, ið er sterkasti teinurin hjá Páli.