Nú Eplafestivalur er í Trøðum á Sandi í dag, verður skipað fyri pallborðsfundi á fjósaloftinum í Miðstovuni um framtíðina hjá føroyska landbúnaðinum – við serligum atliti til vistfrøði og grønmetisframleiðslu.
Við borðið á fundinum, sum byrjar klokkan 18, sita Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Selma Dahl Ero (Føroya Náttúru-og Umhvørvisfelag), Sigert Patursson (Bóndafelag Føroya), Katrin Petersen (Veltan), Tróndur Leivsson (Búnaðarstovan) og Gunnar Bjarnason (Búnaðargrunnurin).
Orðstýrari verður Elisabeth Skarðhamar Olsen, ph.d., granskari í matpolitikki.