Pallur til livandi ungdómsmentan

60 ungdómar gleða seg í hesum tímum til Ung í Føroyum ráðstevnuna, sum verður í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Seinnapartin sunnudagin er almenningurin vælkomin niðan í húsið at síggja úrslitið

Ung í Føroyum er ein ungdómslistastevna fyri øll ung í Føroyum millum 13 og 19 ár. Her sleppa ung fólk at vísa øðrum ungum avrik síni, og at vera við á listaverksmiðjum og framføra fyri almeninginum í Norðurlandahúsinum.

Vikuskiftið fer við, at tey ungu arbeiða í verksmiðjum, sum tey hava valt seg inn á frammanundan, og endar seinnapartin sunnudagin við, at tey framføra fyri almeninginum í Norðurlandahúsinum.

Allar verksmiðjur arbeiða fram ímóti at hava nakað at vísa fram sunnudagin, tá Ung í Føroyum endar, men hetta er nýskapt á stevnuni undir leiðslu av royndum listafólkum.

Stevnan er bygd upp soleiðis, at fyrsta kvøldið vísa tey ungu fram sovorðið, sum tey sjálvi hava fyrireika heimanífrá, antin á palli ella á listaframsýning. Hetta er ein innanhýsis sýning. Síðani eru listaverksmiðjur, har arbeitt verður intensivt í hálvanannan dag. Alt endar við stórari framførslu, har arbeiði frá verksmiðjunum verður sett saman og víst fyri almenninginum.

Hóast heili 130 ung fólk kring alt landið høvdu teknað seg, var bert pláss fyri færri enn helminginum. So tey, sum ikki sluppu við hesaferð kunnu ugga seg við, at møguleikin verður aftur komandi ár, tí øll ung millum 13 og 19 ár kunnu søkja um at sleppa við.


Fjølbroyttir verkstaðir

Verksmiðjurnar, sum tey ungu hava valt seg inn á eru: Sangskrivara- og tónleikaverksmiðja v/ Kára Sverrasyni, Myndlistaverksmiðjan "Teknisøga, illustratión og figurar", v/ Bárða Oskarssyni, Sjónleikaverksmiðja, v/ Gunnvá Zakariassen, Filmseffektverksmiðja, v/ Nicolaj Jensen, Dansiverksmiðja, v/ Rannvá Káradóttir Justinussen, Tíðindaverksmiðja, v/ Rakel Helmsdal, Felagssýning, samskipari Bernharður Wilkinson

Norðurlandahúsið skipar fyri stevnuni, og eru projektleiðarar á Ungum í Føroyum 2008 eru: Hedvig Westerlund-Kapnas, projektleiðari, Rakel Helmsdal, projektleiðari, vevstjóri og John Swartz Jacobsen, ungur leiðari. Nýggi ráðharrin í mentamálum Kristina Háfoss hevur játtað at vera verndari fyri UíF 2008 og fer tí at seta stevnuna fríggjadagin.


Fleiri ára royndir

Í mars 2006 fylti Ung í Føroyum-verkætlanin runt. Hon hevði tá verið til í 5 ár. Fyrsta stevnan varð hildin í Norðurlandahúsinum í februar 2001. Størru stevnurnar sum eru makað ár í Norðurlandahúsinum, verða skipaðar sum legur við gisting. Tær eru allar bygdar upp sum við egnum sýningum, verksmiðjum og stórari almennari framførslu.

Á millumstevnunum, ið eru støk ár úti um landið, er skráin stytt, men tó kortini nøkunlunda tann sama. Her er ongin stór felags framførsla, men í staðin eru opnar verksmiðjur seinasta tíman. Á smærru stevnunum verður ikki altíð gist.


Pallur fyri ungdómsmentan

Endamálini við stevnunum hava altíð verið býtt upp í trý:

1. At skapa ein "pall" fyri føroyskari ungdómsmentan. T.v.s. at her skal bera til hjá øllum áhugaðum at síggja, hvat føroysk ung hava áhuga í á mentanarøkinum, tá tey sjálvi avgera hvat ungdómsmentan er. Hetta verður gjørt við almennari felagssýning og opnum húsi.

2. At geva ungum innlit í, hvussu tað er at arbeiða listarliga av álvara. Hetta verður gjørt við at geva teimum ungu møguleikan at arbeiða á listaverksmiðjum og undir vegleiðing frá yrkislistafólkum.

3. At geva ungum í øllum landinum, sum eru listarliga áhugaði, møguleika at hittast og soleiðis nøra um mentanararbeiði, -samstarv og áhuga.