Pappírleysir nevndarfundir

Internetfyritøkan Globi hevur ment eina online fundarskipan, so feløg, fyritøkur og stovnar nú kunnu sleppa undan pappírsveldinum, samstundis sum skipanin virkar sum eitt skjalasavn.

Globi Notes eitur nýggja skipanin, sum Globi hevur ment.
- Talan er um eina talgilta fundarbók, sum liggur á internetinum. Hon er serliga væl egnað hjá feløgum og fyritøkum at leggja fundarfrágreiðingar inn á, eins og onnur viðkomandi skjøl, sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri á Globi.
Hann kallar seg sjálvan »eitt róthøvd« og sigur seg villast illa í pappírum.
- Og tá ið eg havi brúk fyri einari slíkari skipan, so eru tað uttan iva onnur eisini, sum kunnu gera nýtslu av henni, sigur Regin W. Dalsgaard.
Hann byrjaði so smátt at menna hesa skipanina í desember mánaði í fjør, so hon hevur verið á veg í útvið eitt ár.
- Vit hava arbeitt intenst síðani desember og koyrt eina rúgvu av royndarkoyringum, til skipanin nú loksins er klár at senda á marknaðin, sigur stjórin í Globi.
Teir ætla at miða breitt við hesi nýggju skipanini.
- Vit ætla at fara eftir øllum, heilt frá teimum pinkusmáu felagsskapunum og upp til kommunur, skúlar og stór virkir, sigur Regin W. Dalsgaard.
Globi hevur longu nú fleiri kundar, sum hava verið við til at royndarkoyrt skipanina.
- Tað er rætt, og hesir kundarnir hava tikið sera væl ímóti skipanini, og vit hava eisini fingið nakrar brúkarar uttan fyri Føroyar longu. Tað eru felagsskapir og fyritøkur, sum hava funnið okkum á internetinum og síðani melda seg til skipanina, sigur Regin W. Dalsgaard.

Eisini non-profit
Alt fer fram á internetinum, og goldið verður við gjaldakorti, so kundarnir uttanlands vita ikki, at Globi hevur heimstað í Føroyum.
- So fyri kundarnar kundu vit tað sama vera ein altjóða fyritøka, sum er heimahoyrandi í USA, sigur Regin W. Dalsgaard.
Eitt annað, sum er til fyrimuns fyri Globi, er kostnaðurin á skipanini.
- Tað finnast aðrar líknandi skipanir á marknaðinum, til dømis Microsoft Sharepoint, men hesar skipanirnar eru sera kostnaðarmiklar, og smærri fyritøkur hava tískil ikki ráð at ogna sær slíkar. Eisini er neyðugt at víðarimenna hana, men okkara skipan er skræddaraseymað til endamálið og kostar 3000 krónur um árið, sigur Regin W. Dalsgaard.
Talan er heldur ikki um nakað byrjunnargjald, so talan er um eina sera rationella skipan.
- Vit hava gjørt nakrar marknaðarkanningar og vit síggja, at har eru stór hol í marknaðinum, so vit hava møguleika fyri at fáa nógvar kundar á hesum økinum, sigur Regin W. Dalsgaard.
Men tað snýr seg ikki alt um pengar, tað ber nevniliga eisini til hjá non-profit felagsskapum at sleppa inn á skipanina.
- Vit hava gjørt tað soleiðis, at eitt nú kirkjur og samkomur og arir non-profit felagsskapir kunnu sleppa inn á skipanina og brúka hana ókeypis. Har vilja vit fegnir stuðla slíkum felagsskapum, sigur stjórin í Globi.

Í støðugari menning
Fyri smáum trimum árum síðani kom Globi á marknaðin við einari sms-skipan, sum er vorðin sera væl umtókt, og sum hevur 3000 kundar um allan heim. Eitt nú hevur Globi gjøgnum hesa skipanina hjálpt javnaðarflokkinum í Ghana við valstríði teirra.
- Vit miða ímóti at røkka í minsta lagi einum líknandi kundatali við hesi nýggju fundarbók skipanini, sigur Regin W. Dalsgaard.
Loysunarorðið er marknaðarførikng, og stjórin í Globi ætlar at leggja nógva orku í júst hetta.
- Við hesari skipanini er jú ikki talan um tollforðingar, arbeiðsloyvum ella flutningsútreiðslum. Her er talan um eina tænastu, og tí snýr tað seg bara um marknaðarføring, sigur Regin W. Dalsgaard.
Skipanin er longu tøk og liggur á internetinum, so hon er tøk á heimsmarknaðinum.
- Fyribils er skipanin klár at brúka, men vit arbeiða alla tíðina við at menna hana enn meira, og tað verður gjørt í einum altjóða samstarvi við forritarar kring um í Europa, sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri á Globi.