Partaeigararnir í Smyril Line samdir

Partaeigararnir í P/F Smyril Line hava gjørt semju um ferðaætlanina hjá Norrønu fyri komandi árið. Tað merkir, at ósemjan við hetlendingar er loyst, og at tey rættarmál, ið hava verið upp á tal, verða av ongum.
Ein partur av semjuni er, at partaeigararnir í felag hava lagt eina nýggja og spennandi ferðaætlan, har Skotland kemur inn sum nýtt ferðamál, og Hetland verður varðveitt sum ferðamál. Ein annar partur av semjuni er, at hetlendski partaeigarin, Shetland Development Trust, setur meira pening í Smyril Line.
Høvuðstættirnir í nýggju ferðaætlanini eru, at næsta ár siglir Norrøna uml. 25 ferðir upp á Hetland móti uml. 70 ferðum í ár.
-Nú kenna vit karmarnar, ið eru at arbeiða undir hetta komandi árið, og tað ber vónandi í sær, at vit fáa arbeiðsfrið, sigur Thomas Mgnussen, stjóri. Hann leggur afturat, at Smyril Line arbeiðir m.a. við at menna Skotlandsrutuna, samstundis sum Hetland varðveitir sítt góða sjóvegis ferðasamband.
Stjórin vísir eisini á, at nýggja semjan stuðlar upp undir, at positiva fíggjarliga kósin, ið er løgd fyri fyritøkuna, kann haldast.