Partaeigari varðhaldsfongslaður

Mikudagin varð ein 26 ára gamal partaeigari í matstovuni Marco Polo varðhaldsfongslaður. Hesin er undir illgruna fyri at hava fest eld í matstovuna, ið hann sjálvur eigur saman við øðrum.

John Johannessen


-Hatta havi eg einki við at gera.

Hesi vóru orðini, ið tann 26 ára gamli partaeigarin førdi fram í grundlógaravhoyringini mikudagin. Hesin var týskvøldið handtikin við illgruna um at hava sett eld á matstovuna Marco Polo.

Tann ungi maðurin er sjálvur partaeigari í matstovuni, og hevur hann verið kokkur har til uml. juni í ár. Hesin gavst at arbeiða fyri matstovuna av teirri orsøk, at hann var vorðin ósamdur við høvuðspartaeigaran, Nordin Manai. Teir gjørdust ósamdir um m.a. innkeyp og arbeiðstíðir, og tískil valdi hann at fara, og arbeiddi nú á Hotel Føroyum í staðin.


Ikki óvinir

Tann varðhaldsfongslaði segði, at hann var ikki óvinur við hinar partaeigararnar, men at talan bert var um heilt vanliga ósemju. Hann segði seg hava tosað í telefon við høvuðspartaeigaran fyri stuttum. Og í hesari samrøðu vóru teir komnir ásamt um, at teir skuldu møtast til ein kaffifund, har teir høvdu møguleika at tosa um trupuleikarnar.

Hann førdi tó eisini fram, at hann hevði tosað við sakførara um at seta fram krav ímóti partaeigarunum. Hann hevði ætlað sær at kravt hinar partaeigararnir eftir hansara luti av partapeninginum og eftir løn, ið hann aldri hevði fingið útgoldna.

Tann skuldsetti átti 15.000 kr. av tí samlaða partapeninginum á 80.000 kr.


Rúsdrekkatrupuleikar

Ákærin førdi fram, at leiðarin av Marco Polo hevði sagt, at ein av orsøkunum til, at ikki bar serliga væl til at hava tann handtikna við í arbeiðinum á matstovuni var, at hann hevði rúsdrekkatrupulleikar. Hesum vísti tann handtikni aftur og segði, at hann drakk tá ið hann hevði frí, og tað kundi eingin forða honum í.

Eitt annað, ið leiðarin hevði havt trupulleikar av, var at tann handtikni ofta hevði boðið vinum og kenningum at eta ókeypis á matstovuni. Og hesum var tann handtikni samdur í. Hann segði, at tað var satt, at hann hevði boðið fólki at eta ókeypis, men hetta helt hann ikki vera nakran trupulleika, tí tað gjørdu hinir partaeigararnir eisini.




Sæddur á staðnum

Ákærin førdi fram, at eitt vitni hevði sæð tann 26 ára gamla smoyggja seg gjøgnum smoguna millum Kondittaríið og Marco Polo um midnáttarleitið sunnukvøldið. Hetta var um tað tíðarbilið, tá ið eldurin helst varð ásettur.

Hesum vísti tann handtikni aftur. Hann segði, at hann hetta kvøldið hevði verið í Rio Bravo og etið saman við trimum vinum. Eftir hetta vóru teir farnir niður undir, í náttklubban Casa Blanca, har teir høvdu verið til uml. kl. 23:45. Um hesa tíðina byrjaði tann skuldsetti at leggja leiðina heim. Hann gekk niðan gjøgnum Tórsgøtu, framvið bakarínum hjá Restorff og matstovuni City. Tá ið hann var komin niðan í Steinatún, tá tók hann ein hýruvogn, ið koyrdi hann beinleiðis til hús.

Tann handtikni segði, at hann var heima um midnáttarleitið. Hann segði, at hann ringdi til Audio-response, men fekk ikki samband. Vón hansara var, segði hann, at løgreglan fer til Føroya Tele og vitar, um hetta ikki er satt. Hann segði, at hann var ikki førur fyri at prógva heimkomu sína á aðrar hættir. Hetta kann hann ikki, tí hann búleikast einsamallur, og tískil er eingin, ið kann vátta, at hann var heima uml. á miðnátt mánanáttina.


Kendi ikki hýruvognin

Hóast tann ákærdi mintist væl, og kundi siga frá tí mesta, ið hann hevði gjørt sunnukvøldið og náttina til mánadagin, so var hann ikki førur fyri at siga nakað um hýruvognin, ið koyrdi hann heim. Tó helt hann seg minnast, at hýruvognurin koyrdi fyri hýruvognstøðina Auto.

Tann skuldsetti segði, at hann hetta kvøldið var ov fullur at bíta merki í nakað serligt við hýruvogninum ella hýruvognsføraranum.


Lyklarnir passaðu

Tá ið tann ungi maðurin varð handtikin á arbeiðsplássi sínum týsdagin 20. oktober kl. 19:30, tá hevði hann tveir lyklar uppi á sær. Løgreglan royndi seinni hesar lyklarnar í lásum í matstovuni Marco Polo og uppdagaði, at annar av lyklunum passaði til úthurðina á matstovuni.

Tann handtikni segði, at hann altíð hevði havt lyklar til Marco Polo. Hetta hevði hann, orsaka av at hann var partaeigari og eisini hevði arbeitt har. Men hann segði eisini, at høvuðseigarin hevði kunnað hann um, at lásini í matsovuni vóru skift út. Tískil dugdi tann handtikni ikki at skilja, at ein av lyklunum enn passaði til úthurðina.


Telefonhóttan

Ákærin førdi fram, at leiðarin á matstovuni hevði greitt frá, at tann handtikni hevði, gjøgnum telefon, hótt við, at hann nokk skuldi fáa skipað soleiðis fyri, at Marco Polo skuldi fara á húsagang. Til hetta svaraði tann handtikni, at tað hevði hann aldri gjørt.


Securitas jakki

Vitnið, ið hevði sæð ákærda í smoguni millum Kondittaríið og matstovuna seint sunnukvøldið, hevði sagt ákæranum, at tann handtikni um hetta mundið var ílatin ein jakka, ið helst var ein Securitas jakki. Men tann handtikni segði, at hann ikki átti nakran tílíkan jakka, og tískil kundi tað ikki vera hann. Hann upplýsti, at hann hetta kvøldið var ílatin myrkar klædningsbuksur, hvíta skjúrtu, grønpuntutan klædningsjakka og slips.

Tó visti tann ákærdi at siga um ein, ið hann kendi sum hálvkriminellan, ið átti ein slíkan Securitas jakka. Tann handtikni segði eisini, at hesin fyrr hevði framt innbrot ímóti matstovuni.


Sita í tríggjar vikur

Eftir avhoyringina sluppu fyrst ákærin og síðani verjin at koma fram við teirra sjónarmiðum.

Ákærin helt, at tann skuldsetti mátti varðhaldsfongslast, so at hann ikki kundi hava møguleika fyri at ávirka arbeiðið hjá løgregluni. Harafturat segði hon, at hon helt grundaðan illgruna vera um, at hesin ungi maðurin hevði framt brotsgerðina.

Verjin helt harafturímóti, at illgrunin als ikki var grundaður, og tískil átti maðurin ikki at verða varðhaldsfongslaður. Verjin helt eisini, at ikki fór at bera til hjá tí ákærda at ávirka kanningarnar hjá løgregluni. Hann helt kanningarnar av einari eldásetan vera so tøkniligar, at ikki fór at bera til at ávirka tær.

Men ikki var dómarin samdur við verjanum. Dómarin helt, at tann handtikni skuldi varðhaldsfongslast í tríggjar vikur. Tó legði hann afturat, at grundgevingarnar hjá ákæranum ikki vóru so ógvuliga sannførandi. Hann vónaði tó, at kanningarnar hjá løgregluni fóru at ganga skjótt og væl.

Tann varðhaldsfongslaði hevur møguleika fyri at skjóta dómin inn fyri hægri rætt. Men hetta hevur hann enn ikki tikið støðu til.