Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og skipini fáa eisini nakað av øðrum hvítfiski.
- Flestu partrolarapør koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Aftrat teimum fimm pørunum, sum fiska upsa, fiskar eitt partrolarapar eisini gulllaks.
Um djúpvatnstolararnar verður sagt, at ein fer á Íslandsryggin og kemur helst innaftur at landa í næstu ella aðru viku.
- Tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva, og báðir koma inn at landa í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at tveir av teimum smáu trolbátunum eru á landleiðini.
- Teir fáa mest av flatfiski og toski. Ein trolbátur er norðanfyri. Allir koma inn at landa í næstu viku.
Trý skip fiska svartkalva við gørnum. Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa í næstu viku.












