Partrolarar gera onkur brúkilig hál

Tað hevur ljóðað, at partrolarar í seinastuni hava fingið nógvan upsa, men hetta sæst ikki aftur í útsagnunum hjá Fiskamarknaði Føroya.

Seks partrolarapør eru tll fiskiskap. Fiskiskapurin er misjavnur, og skipini gera onkur brúkilig hál av og á.

 

Tað hevur annars ljóðað frá góðum upsafiskiskapi í seinastuni, men sambært Fiskamarknaði Føroya er fiskiskapurin ikki stórt øðrvísi, enn hann hevur verið.

 

Vit kunnu tó velja at trúgva, at frægu hálini kanska hava verið heldur fleiri í seinastuni enn annars.

 

Í gjár vistu tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at báðir djúpvatnstrolararnir, sum eru í vinnu, liggja í løtuni, men møguliga loysir annar um vikuskiftið.

 

- Allir trolbátarnir liggja eisini, men vit vænta, at fleiri fara út aftur í næstum, verður lagt aftrat.

 

Um garnaskipini verður sagt, at tvey fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Øll fýra skipini hava brúkiligan fiskiskap.

 

- Garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.