Partrolarar hava brúkiligan fiskiskap

- Fiskiskapurin hjá trolbátunum er eisini hampiligur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya

Flestu partrolarar eru til fiskiskap, og framvegis er fiskiskapurin eftir upsa brúkiligur. Men, skipini fáa lítið av hjáveiði. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

- Tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap í løtuni, og teir koma væntandi inn at landa seint í næstu viku. Skipin fiska mest svartkalva og kongafisk.

 

Um trolbátarnar vita tey á Fiskamarknaði Føroya í dag at siga, at tríggir eru til fiskiskap. Teir eru á landleiðini, og væntandi kemur ein inn at landa mánadagin og hinir koma seinni í næstu viku.

 

- Hinir trolbátarnir liggja við bryggju, men fara væntandi út um vikuskiftið. Fiskiskapurin hjá trolbátunum er hampiligur. Í løtuni fáa bátarnir nakað av flatfiski og havtasku. Annars er veiðan toskur og eitt sløð av hýsu.

 

Lagt verður aftrat, at eitt garnaskip fiskar svartkalva og kemur væntandi inn at landa síðst í næstu viku. Teir hava brúkiligan fiskiskap. Eitt garnaskip fiskar havtasku - og eitt er á beding.