Í januar eru 30 ár liðin síðan heimskendi amerikanski country- og gospelsangarin Pat Boone saman við familju vitjaði í Føroyum í 1977.
Saman við svenska gospelbólkinum “Samuelsons” hevði Pat Boone tvær væl vitjaðar konsertir í Ítróttarhøllini á Nabb.
Pat Boone, ið tá var tá 42 ára gamal, sang mest andaligar sangir, umframt at hann eisini framførdi nakar av sínum gomlu slagarum.
Tá hann var í Føroyum í 1977, hevði hann selt tilsamans 45 milliónir grammofonplátur, og fyri tað hevði hann fingið 13 single-gullplátur og 7 lp-gullplátur.
Pat Boone er í dag 72 ára gamal. Hann var føddur 1. juni 1934 í Jacksonville í Forida.
Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1977