Patrik fær nýtt felag í næstum

Útisetin hevur spælt í norska Egersund, men kemur ikki til føroyskan fótbólt

Patrik Johannesen var aftur at síggja í landsliðshópinum í novembur í fjør. Hann hevur seinasta árið spælt við Egersund í triðjbestu deildini í Norra.

 

Hann heldur ikki fram í norska felagnum. Tað hevur fingið fleiri føroysk feløg at venda sær til tvørámannin, sum hevur spælt við TB, AB, B36 og KÍ í føroyskum fótbólti. Hann hevur tó onga ætlan, um at koma til Føroyar at spæla.

 

- Eg havi nøkur tilboð úr eitt nú Norra, Svøríki og Íslandi. Eg taki eina avgerð í næstum, men eg hugsi ikki um at koma aftur til føroyskan fótbólt á hesum sinni, sigur 26 ára gamli Patrik Johannesen, sum er í Føroyum í hesum døgum.

 

Patrik Johannesen hevur í tveimum førum roynt seg uttanlands. Hann spældi í 2019 við Florø og í fjør við Egersund.