Paul Watson-skip sigst hava rent á íslendskt hvalaveiðuskip

Skipið Bandero, sum hoyrir til Paul Watson-felagsskapin, hevur lagt seg tætt at íslendska hvalaveiðuskipinum Hvali 9 og roynt at órógva veiðuna.

Paul Watson-samtøkini hava lagt út upptøkur, sum sambært teimum vísa íslendsku Landhelgisgæsluna undir átakinum við hvalaveiðuskipið Hval 9.

Tað skrivar íslendska kringvarpið RÚV.

Sambært aðgerðarleiðaranum hjá íslendsku Landhelgisgæsluni, Magnúsi Pálmari Jónssyni, hevur Bandero nærkast Hvali 9 og roynt at forða skipinum.

Paul Watson-felagsskapurin sigur í eini fráboðan, at Bandero stoytti saman við Hval 9. Sambært felagsskapinum steðgaði hvalaveiðuskipið síðani veiðuni og sigldi aftur í havn.

Hesar upplýsingar hevur Landhelgisgæslan tó enn ikki váttað.

Landhelgisgæslan hevur sent bæði skip og tyrlu á staðið. Á Facebook hevur Paul Watson-felagsskapurin lagt út sjónbond, har bæði varðskip og tyrlan síggjast. Landhelgisgæslan hevur váttað, at upptøkurnar eru frá hendingini í kvøld.

Magnús Pálmar Jónsson sigur, at fleiri upplýsingar koma í einum tíðindaskrivi seinni.

Bandero hevur seinastu tíðina verið í íslendskum sjóøki við tí lýsta endamáli at fylgja við og royna at steðga íslendsku hvalaveiðuni.

Myndatekstur: