Pauli Høj og liðfelagarnir eru ikki til at steðga

Bergøy hevur vunnið fimm av fimm dystum

Tað gongur framúr væl hjá Paula Høj og liðfeløgunum í Bergøy í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Í dag spældi Bergøy dyst á útivølli móti Åsane. 

 

Bergøy vann dystin 34-30. Í steðginum var Bergøy á odda við einum máli, 16-15.

 

Pauli skoraði fýra mál í dag. 

 

Bergøy er saman við Bodø fremst í deildini. Bæði liðini hava 10 stig fyri fimm dystir.

 

Sunnudagin 26. oktober spælir Bergsøy dyst á heimavølli móti Lillestrøm.