Pauli Mittún gevst hjá Sydhavsøerne undan komandi kappingarári

Team Sydhavsøerne og Pauli Mittún eru vorðin samd um at enda samstarvið við virknaði beinanvegin.

Tað skrivar danska hondbóltsfelagið Team Sydhavsøerne.

 

– Hóast Pauli Mittún fyrr í ár longdi sáttmálan við felagið og hevði tvey kappingarár eftir av avtaluni, hevur hann biðið um at verða loystur úr sáttmálanum av persónligum orsøkum, skrivar felagið.

Avgerðin er tikin orsakað av broytingum í privatlívinum hjá Paula, sum gera, at hann ynskir at raðfesta øðrvísi komandi tíðina. Felagið hevur stóra virðing fyri støðuni og hevur tí gingið ynskinum á møti og góðkent, at samstarvið endar áðrenn avtalaða tíð.

– Pauli hevur vent sær til okkara við ynski um at verða loystur úr sáttmálanum. Tað er sjálvandi ikki tann gongdin, vit høvdu væntað, tá vit gjørdu eina longri avtalu, men vit hava stóra virðing fyri, at umstøður í privatlívinum kunnu broyta støðuna hjá einum. Tí hava vit valt at ganga ynskinum hjá Pauli á møti, sigur ítróttarstjórin Morten Juul.

Hetta broytir tó ikki upp á, at bæði ítróttarstjórin, venjararnir og liðfelagarnir harmast um avgerðina. Pauli Mittún hevur í tíð síni í felagnum verið ein týðandi profilur bæði á og uttan fyri vøllin, og hann letur eftir seg jalig spor í felagnum.

– Eg vil fegin takka felagnum, liðfeløgunum, starvsfólkunum og ikki minst áskoðarunum fyri tann stuðul, eg havi upplivað. Hetta hevur ikki verið ein løtt avgerð, men broytingar í privatlívi mínum gera, at eg havi tørv á at leggja dent á onnur viðurskifti komandi tíðina. Eg eri sera takksamur fyri ta fatan, eg havi møtt, og ynski felagnum alt tað besta framyvir, sigur Pauli Mittún.

Felagið ynskir Pauli alt tað besta framyvir og takkar honum fyri arbeiðið, eldhugan og íkastið, hann hevur havt í tíð síni í TSØ.

Felagið metir, at tað framvegis hevur eina góða blanding av royndum og ungum talentum millum høgruhentu bakkarnar, og tí verður eingin beinleiðis avloysari fyri Pauli knýttur at hópinum. Kortini verður ein „nýggjur“ spælari kunngjørdur í morgin.

 

##med2##